Gunnar Nolsø, marknaðarleiðari hjá Norðoya Sparikassa, upplýsir fyri Norðlýsinum at umleið 1000 fólk verða til ábyrgdarfundin í KÍ-høllini fríggjakvøldi. Hettar er stórsti ábyrgdarfundurin higartil og til samanlíkningar kunnu vit nevna at seinast vóru gott 750 fólk.
Gunnar sigur at pláss er ikki fyri øllum at sita á sjálvum hallar gólvinum, og tí verður ein pallur bygdur oman yvir áskoðaraplássini soleiðis at vit á tann hátt kunnu rúma øllum í høllini.
Vit leggja stóran dent á at øll koma at sita væl og fáa alt við, sum fyriferst á fundinum, og tí hava vit verið noyddir til at víkka gólvplássið í høllini á henda hátt. Hann upplýsir eisini at tey sum ikki hava greitt atkvøðu til umboðsráðsvali, kunnu greiða atkvøðu í høllini.
"Hurðarnar verða latnar upp kl. 18:30 og tá er eisini møguleiki hjá fólki at greiða atkvøðu framm til kl. 19."
Gunnar heitir samstundis á fólk um at møta stundisliga tí tiltakið byrja kl. 19 og tá skuldu øll helst hava funnið sær pláss.




