Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umleypandi veður í dag og morgin

Hanus Kjølbro

Hátrýstveður er vanliga sett í samband við gott veður; lágtrýstveður verður sett í samband við ikki so gott veður.

Hátrýst og lágtrýst í Norðuratlantshavi hava lagt seg soleiðis, at eitt stórt og máttmikið hátrýst er sunnan fyri okkum. Gott veður er í Vesturevropa. Norðan fyri Føroyar er eisini eitt hátrýstøki við góðum veðri. Eitt glopp er ímillum hesi hátrýstøki, og í júst gloppið fer eitt lágtrýst at royna at sleppa framat í dag og í morgin. Føroyar liggja í hesum gloppi.

Tí fer veðrið at verða eitt sindur umleypandi í dag og í morgin. Í dag kemur vindurin úr útsynningi-vestri, vindferðin er ímillum 5 og 10 m/s, skýggjað og fyri tað mesta turt.

Í nátt fer ættin fyrst niður í sunnan, síðan landsynning og í morgin ári upp í norðan. Um middagsleitið er aftur lágur vestan. Í nátt fer at regna í støðum; turt verður aftur út á seinnapartin í morgin, tá ið vesturættin er aftur. Hetta tíðarskeið verður vindferðin ímillum 4 og 8 m/s.

Í annaðkvøld fer ættin at liggja ímillum útsynning og sunnan, vindferðin verður minni enn 5 m/s.

Hitin í dag og í morgin fer at liggja um 10 – 12 stig.