Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ummælari ovfarin av Scorpions-fløgu

(Erik Biskopstø)

Scorpions taka øll á bóli við nýggju útgávuni. Ummælarin á tíðarritinum Gaffa er ovfarin av fløguni, sum hann gevur 5 stjørnur og kallar ársins positiva yvirraskilsi

Týski rocbólkurin Scorpions er júst komin út við nýggjari fløgu, og tað er ikki hissini ummæli, sum fløgan fær. Ummælari hjá danska blaðnum BT heldur, at talan er um bestu fløguna hjá Scorpions í 20 ár og gevur henni 5 stjørnur.
Nú hevur tónleikatíðarritið Gaffa eisini ummælt fløguna Humanity Hour 1, og ummælarin hjá blaðnum sigur seg vera ovfarnan av útgávuni. Ja, tað er líka við at hann datt á afturpartin av nýggju Scorpions- fløguni, sum hann kallar ársins positiva yvirraskilsi.
– Humanity Hour 1 er ein hugtakandi konseptfløga við sera vælskrivaðum tilfari, sum er sera relevant í 2007, skrivar ummælarin, Keld Rud, millum annað.
Hann sigur, at hann hevði ikki væntað eina slíka fløgu frá Scorpions.
– Hvør einasti av teimum 12 sangunum á fløguni stendur sterkur í myndini, og tað er trupult at velja ein favoritt burturúr, skrivar Gaffa-ummælarin og leggur afturat:
– Min kæbe hænger stadig nede i gulvhøjde.

Harleyfacadeacryl