Fløgan “Her er løtan” er ein tann besta av sínum slag, sum er givin út her heima í longri tíð, og ein høvuðsorsøk er, at her eru fýra útgevarar, sum við sínum ymiskleika gera fløguna fjølbroytta, bæði í løgum og tekstum.
Okkum er sent: FLØGUUMMÆLI
Herfyri kom út ein nýggj, føroysk fløga frá fýra vinmonnum, sum eru saman um hesa útgávu undir tí einfalda felags navninum: 4.
Útgevararnir, sum sjálvir eiga stórar partar av løgunum og eisini onkrar av tekstunum á fløguni, eru Gunnar Justinussen, Petur H. Jacobsen, Marner av Lofti og Jákup Zachariassen.
Fyri at siga sum er, hevur hendan útgávan nógv av tí, sum ein góð fløga skal hava:
*góð og fangandi løg,
*sigandi tekstir,
*skaldskap á góðum støði,
*fjølbroyttan boðskap,
*sera góðan tónleik og
*góðar sangarar.
Tónleikurin er
gott handverk
Tað var tann tíð, tá ið føroyskar útgávur í góðsku og handverki vóru á munandi lægri støði enn tær útlendsku, men at tann tíðin so ruddiliga er farin, verður staðfest við hesari fløguni.
Ein avgerandi orsøk til hesa broyting er uttan iva altjóðagerð, gott ferðasamband og møguleikar at samskifta millum lond, sum í dag gera tað møguligt hjá føroyskum tónasmiðum og sangarum at ferðast til tey bestu upptøkustøðini í heiminum og har gera brúk av fremstu studiotónleikarum og ljóðblandarum.
Hetta er tó ikki allur sannleikin um góða kvalitetin á hesi fløgu. Fleiri av løgunum eru føroysk, partur av tónleikinum er spældur av føroyingum, eitt nú Jákupi Zachariassen, og ein føroyingur hevur ábyrgdina av ljóðblandingini av øllum løgunum á fløguni, nevniliga Óli Poulsen.
Fýra gevur
fjølbroytni
At teir eru fleiri, sum geva hesa fløguna út, gevur fløguni eitt fjølbroytni fram um flestu aðrar útgávur, har tað aloftast er ein og sami útgevari, sum syngur og myndar allar sangirnar.
Tað er heldur eingin ivi um, at hendan útgávan er ein ekta føroysk útgáva, hóast sangirnir á fløguni eru helvt um helvt føroyskir og enskir, 7 føroyskir og 6 á enskum máli.
Innihaldið í fleiri av sangunum – eisini onkrum av teimum ensku – hevur nevniliga eitt innihald, sum kann knýtast til sangaran persónliga.
Hetta gevur fløguni ein føroyskan dám, og hon verður samstundis spennandi at lurta eftir, tí tann árvakni lurtarin kann í summum sangum finna ein boðskap, sum hevur eitt persónligt tilknýti til sangaran ella yrkjaran.
Spennandi og
fjølbroyttir tekstir
Eftir mínum tykki eru sangtekstirnir á fløguni á góðum støði, harav onkrir eisini siga eina spennandi søgu um lagnur.
Eitt nú avdúka teir tríggir sangirnir hjá Marneri av Lofti, at maðurin, sum vaks upp á Sólteigi 4 í Havn, hevur ein spennandi penn og eitt hjarta fyri teimum, sum kanska ikki hava tær bestu fortreytirnar í samfelagnum.
Eins og mammubeiggin, M. C. Restorff, dugir Marner at skriva eina rótføroyska landaplágu. Sangurin ”Vit sigldu út” er eitt heilskapað produkt við spenningi og hita í orðunum aftur við einum væl svingandi lagi.
Mest intimi sangurin, sum eftir mínum tykki eisini hevur ta flottasta og mest stórsligna lagið, er ”Sometimes second best”, sum Jákup Zachariassen eisini syngur framúr væl. Hann skal hoyrast og njótast.
Einasti sangurin á fløguni, sum ikki er egin framleiðsla hjá teimum fýra, er væl kendi sangurin, ”Góða mamma, kom nú og set teg her hjá mær”, har Marius Johannesen eigur orðini og Hans J. Højgaard lagið. Ein føroyskur klassikari, sum á hesari útgávuni verður væl sungin av bleytu røddini hjá Gunnari Justinussen.
Omanfyri nevndu dømi staðfesta, at talan er um ymiskar tekstir, sum gera fløguna fjølbroytta.
Meistarin Martin
Tá ið um sangtekstirnar ræður, havi eg skaldskaparliga higartil serliga heft meg við teir tríggjar sangirnar, sum Martin Joensen eigur á hesari fløguni.
Eitt brot er soljóðandi:
”Og hann leitar sær ból –
móti storminum skjól –
í helli, nú sortnað er sól.
Í nívandi niðu á neyðarnátt, –
tú saknar tín kong og tín drott.
Tað er óneyðugt at greiða nærri frá – slíkur tekstur er tónleikur í sær sjálvum!
Tittullagið ”Her er løtan” er eitt úrslit av samstarvinum millum orðasmiðin Martin Joensen og tónasmiðin Jákup Zachariasen.
Hetta lagið, sum longu er blivið landaplága, verður sungið av teimum øllum fýra upp á skift. Allir syngja væl, men eg haldi, at eyðkenda røddin hjá Peturi H. Jacobsen serliga kemur til sín rætt í hesum sanginum.
Tá ið samanum kemur man tónleikur vera ein spurningur um ”smag”, men tá ið tað er sagt, skal leggjast afturat, at fløgan ”Her er løtan” frá teimum ”Fýra” er fjølbroyttari enn vant, hevur fleiri hitt enn vant og er samanumtikið á hægri tónleikastøði enn vant her á landi.
Fløgan fæst í flestu handlum, kioskum og bensinstøðum.
= = = = = = = = = = = = = =
Flest og best á fløguni
Tal av sangum:
13 sangir – 7 føroyskir, 6 enskir
12 nýggir (allir uttan ’Góða mamma’)
Gjørt flest løg:
Jákup Zachariasen (7 løg)
Yrkt flestar føroyskar sangir:
Marner av Lofti (3 sangir)
Martin Joensen (3 sangir)
Yrkt flestar enskar sangir:
Edgar Struble/Tom Stipe (4 sangir)
Skjótastu ’hitt’ini:
*Skering 01) Her er løtan. Lag: Jákup Z. Orð: Martin J. Sangarar: Allir ’fýra’
*Skering 07) Vit sigldu út. Lag, orð og sangari: Marner av Lofti.
*Skering 10) Hold you tonight. Lag og sangari: Jákup Z. Orð: Niclas Johannesen.
Flottasta yrkingin:
Skering 08) Allan veg. Orð: Martin Joensen.
’Sterkasta’ yrkingin (tann mest kensluborna):
Skering 06) Sometimes second best. Orð: Lena Anderssen.
Flottasta lagið:
Skering 06) Sometimes second best. Lag: Jákup Zachariassen.
= = = = = = = = = = = =
Yvirlit yvir sangirnar á fløguni:
01) Her er løtan.
Lag: Jákup Zachariasen.
Orð: Martin Joensen.
Sangari: Allir fýra.
Innihald: Um at liva í nú’inum – ikki stúra fyri framtíðini og ikki syrgja um fortíðina.
02) The man I want to be.
Lag: Jákup Zachariasen.
Orð: Edgar Struble/Tom Stipe.
Sangari: Jákup Zachariasen
Innihald: Ein ástarkvøða frá manninum til lítlu dóttrina, sum liggur og svevur.
03) Framtíðin ljós.
Lag: Marner av Lofti
Orð: Marner av Lofti
Sangari: Marner av Lofti
Innihald: Um framtíðarvónir og vónbrot hjá einum útsettum fólkabólki.
04) Góða mamma
Lag: Hans J. Højgaard
Orð: Marius Johannesen
Sangari: Gunnar Justinussen
Innihald: Barnið tosar við mammuna, sum leggur tað at sova so blítt.
05) I see you
Lag: Petur H. Jacobsen
Orð: Edgar Struble/Tom Stipe
Sangari: Petur H. Jacobsen
Innhald: Kærleikskvøða frá manni til kvinnu.
06) Sometimes second best
Lag: Jákup Zachariassen
Orð: Lena Anderssen
Sangari: Jákup Zachariassen
Innihald: Viðhvørt kann tað næstbesta í lívinum verða nummar eitt.
07) Vit sigldu út
Lag: Marner av Lofti
Orð: Marner av Lofti
Sangari: Marner av Lofti
Innihald: Ungur drongur fer til skips, upplivir sjólívið og heimlongsul.
08) Allan veg
Lag: Jákup Zachariassen
Orð: Martin Joensen
Sangari: Gunnar Justinussen
Innihald: Vallarans leið gjøgnum skugganna dal heim í ugganar sal.
09) Bye bye bye
Lag: Jákup Zachariassen
Orð: Edgar Struble/Tom Stipe
Sangari: Petur H. Jacobsen
Innihald: Hann er troyttur av ótrúskapi og lygnum og gevur henni krakk.
10) Hold you tonight
Lag: Jákup Zachariassen
Orð: Niclas Johannesen
Sangari: Jákup Zachariassen
Innihald: Honum leingist eftir unnustuni, sum hann saknar so sáran.
11) Sig mær hví
Lag: Marner av Lofti
Orð: Marner av Lofti
Sangari: Marner av Lofti
Innihald: Hann hevur brent flestu brýr og saknar gamlar vinir í neyðini.
12) I need you
Lag: Petur H. Jacobsen
Orð: Edgar Struble/Tom Stipe
Sangari: Petur H. Jacobsen
Innihald: Kærleikskvøða frá manni til kvinnu.
13) Enn einaferð
Lag: Jákup Zachariassen
Orð: Martin Joensen
Sangari: Gunnar og Sølva
Innihald: ”Nú suffar sirmið tungt, tú ert ei meir”




