Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ummæli – Finn teg í organisatiónini

Annika W. Joensen

“Finnteg í organisatiónini – tankar um tað, sum er í og ímillum okkum” eftir HelgaRasmussen, sálarfrøðingi.

Við bókini”Finn teg íorganisatiónini” hevur Helgi Rasmussen, sum rithøvundur, saman við Edvardi Olsen megnað við vælvaldum orðum at lýsa psykodynamiska skipanarástøðið.Eftir mínum tykki er bókin góð at lesa, tí málið er so skilligt og sjálvt torgreidd hugtøk eru væl og einfalt forkláraði. Hartiler bygnaðurin góður, dømini úr føroyskum og einkultum donskumorganisatiónum eru passalig í tali og vavi og so dámdi mær væl, atteoretiska ástøðið verður lýst í formælinum og at teoretikarar tí í so avmarkaðan mun verða tiknir fram í sjálvumtekstinum. Seinasti kapitullin, har m.a. ymsu leiðaraeyðkennini verða lýst, varkanska eitt sindur tyngri at lesa og skilja, haldi eg, men tað er kanska ikkiso løgið, tí sum rithøvundurin eisini vísur á, er hetta ikki eitt einfalt evni, ogsum so skal ein ansa sær at gera tað ov einfalt.


kin gevur innlit í tað, sum hendir í og ímillum fólk sum samstarva, og lýsireitt serligt perspektiv, ið fevnir um bæði tað tilvitaða og ótilvitaða, og sumtekur støði í samfelagið, organisatión og bólki sum socialar skipanir og íeinstaklinginum í hesum somu socialu skipanum. At geva innlit og skaparefleksión er júst málið viðbókini og sum vant við konsulentinum Helga Rasmussen, so ger hann, sum hannsigur, og livir harvið eisini upp til sjálvan grundtankan í psykodynamiska skipanarástøðinum. Í hesumeru greinsur og at halda hesar umráðandi, tí greinsurnar skapa tryggleika ogverja ímóti tí ótta, sum órógvar arbeiðið uppá uppgávuna, sum er sjálvttilverugrundarlagið hjáorganisatiónini.

Bókin er viðkomandi fyriflestøll fólk og ikki bertt.d. lesandi, sálarfrøði-og organisatiónsáhugaði og leiðarar í víðari merking (virkis- ogstovnsleiðarar, pedagogar, lærarar, politikarar, prestar, venjarar vfl), tí vit øll so ella so eru partur av bólkum við felagsuppgávumog alsamt gerast partur av dynamikkum, sum kunnu vera torførir at skilja og navigera í. Bókin erein hjálp í hesum, tí hon gevur innlit í, hvussu socialar skipanir virka og eitt nú, hvussu vitvarpa kenslur á onnur, sum vit í løtuni ikki rúma. Hetta kann kanska ljóða løgi, men at hava innlit og at tosa opiðum tað kensluliga á arbeiðsplássinum er ógvuliga effektivt,um tað verður gjørt við høvuðsuppgávuni í huga. Møguleikin at mennast sum samfelag,organisatión og menniskja er betri, um vit viðurkenna tað ósjónliga og ótilvitaða, sum er í og ímillum okkum, tí tað er jú íveruleikanum tað, sum stýrir okkum.

Sjálv sóknaðist eg eftir júst hesi bókini, táeg miðskeiðis í 1990-unum gjørdi mínar fyrstu royndir sum leiðari og soofta undraðist átað, sum gekk fyri seg í organisatiónini. Bókin hevði eisini verið hent tær ferðirnar, eg havi samstarvað við einkonsulent um broytingartilgongdir. Felags fyri hesar er, at tað er trupult atsiga frammanundan, hvussu starvsfólk og leiðarar megna sínar leiklutir og hvater best at gera, tá trupulleikar uppstanda. Hendan bókin er eitt stig á leiðini til atskilja og eg viðmæli serliga at leggja til merkis stóru ávirkanina,ið leiðarin hevur á organisatiónina, bæði tá tað gongurvið og ímóti.

Sum Helginevndi til bókaútgávuna er eitt væleydnað samstarv millum organisatión og konsulent m.a. tengtat dirvinum og styrkina hjá leiðaranum at lata menningararbeiðið ganga sínagongd og tola tað trýstið, sum tilgongdin leggur á leiðaran. Hetta kann ikkisigast ov ofta og vert er at bíta merki í, at eisini konsulenturin er undirstórum trýsti, sum eisini má tolast.

Um eg skuldiynskt mær nakað øðrvísi íbókini, hevði tað verið at fingið meiri at vita um munin á at arbeiða sum konsulentur í Føroyum og Danmark. Eg dugi nevniliga ikkiat síggja tað føroyska samfelagið og tess ávirkan á føroysku organisatiónina í dømunum. Hava vit t.d. serligar føroyskar problematikkir (vansar ellafyrimunir), sum leiðarin kann hava í huga? Og hvussu tá vit skulu veljakonsulent? Hvat “fangar” føroyski konsulenturin í føroyskumentanina, har ein útlendingurgerst og stuttur, og hvørjir vansar eru fyri at gerast “blindur” sum partur av mentanini? Ítøkilig dømi um hetta hevði givið lesaranum viðkomandi vitan t.d. ísambandi við val av føroyskumella útlendskum konsulenti.

Viðvíkjandi kápumyndini haldieg hana hóska væl til innihaldið í bókini. Tað er ein málningur hjá Martini Joensen í grønum, gulum og bláum litum, sum erblivin til í samráð við høvundan. Hann vísur fólk og bólkar, sum arbeiða og flyta seg. Málningurin er kámur ogvísur ikki detaljur sum so. Mitt á permuni stendur ein persónur og klórar sær í høvdinum og hetta er eftir mínum tykkisera beinrakið, tí flestøll starvsfólk og leiðarar munnu kenna seg aftur í hesum við í løtum ikki at skilja, hvat gongur fyriseg. Eg veit ikki, hvat málarin hevur hugsað um litirnar, men teir fáa meg athugsa um Føroyar.

Eg vil atenda ynskja til lukku við útgávuni og takka Helga Rasmussen fyri tað megnarkonsulentaarbeiðið, hannhevur gjørt seinastu meiri enn20 árini. Tað krevur styrki og dirvi at virka sum konsulentur og kann kosta á “relatiónssíðuni”, sum varð nevnt tilbókaútgávuna. T.d. við at fólk ikki vilja heilsa, tá man hittist. Tað kann vera sárt í so lítlum samfelagi sum okkara, men er einsannroynd og nakað, ið ein konsulentur og eisini almennir persónar og leiðararnoyðast at liva við. At vigaupp ímóti hesum er vónanditakksemi hjá okkum, sum frá honum hava fingið hjálp og stuðul.

Samanumtikiðgevi eg bókina “Finnteg í organisatiónini – tankar um tað, sum er í og ímillum okkum” mítt besta viðmæli. Hon er serstakliga viðkomandi fyrileiðarar at lesa og hugsa um, men hevur eitt innihald, sum flestøll vaksin fólk kunnu fáa nakað burturúr at lesa,tí hon gevur innlit í sambandið í og ímillum menniskju.


Annika W. Joensen, cand. Negot og master í organisatiónspsykologi