Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ummæli : Føroya sjómannadagur 2009.

John William Joensen

Norðoyingar framdu aftur bragdið at halda ein rimmar sjómannadag fyri øllum Føroya fólki, hesuferð á fimta sinni, skrivar Eyðun Joensen

Òtrúligt hugflog og seiggj í fyrireikingarnevndini við stuðli frá stovnum og fyritøkum, og ivaleyst liggur væl meira arbeiði og stuðul aftan fyri tiltakið, enn vit vanligu vitjandi og bara njótandi kunnu ímynda okkum.

Forkvinnan í løgtingsins fiskivinnunevnd metti beinrakið tiltakið at vera framúr fólksligt. Og tað var tað við lít.
Gamaní er dagurin ætlaður sjófólki og teirra, men er ikki minni forkunnugur fyri onnur og øll, sum kenna seg sum Føroya fólk.

Ein so góð og alment viðkomandi siðvenja sum Føroya sjómannadagur kann við lutfalsliga fáum eldsálum aftanfyri seg hava trupult við at endurnýggja seg ár frá ári, men, men so tykist als ikki at bila fyribils 5. árið á rað.

Sjómannnadagurin er alsamt vorðin meira Føroya Sjómannadagur heldur enn bara norðoyinga, men sum omanfyri nevnda forkvinna so beinrakið segði, so eigur sjómannadagurin framyvir sjálvsagt at verða hildin í Klaksvík, har tiltakið spretti , og fyriskipanin er ment ár undan ári eins og fólksliga undirtøkan við.

Fyriskipanin er fyrimyndarlig og avrikið somuleiðis.

Umframt fastar afturvendandi kappingar vóru í ár nýggjar lagdar afturat.

Har var uppaftur meira fyri børnini, og fyri okkum vaksnu var nógv nýtt og forvitnisligt bæði fyri eygu og oyru.

Framsýningin av søguligum skipsmodellum í Eik mundi aftur við viðkomandi fyrilestrum vera tað mest tignarliga.

Opið var í Samsonar smiðju, har tú kundi síggja elligomul amboð smíða amboð til sjóvinnuna.

Somuleiðis var bátamotorsavnið hjá sundamonnum heilt einastandandi, har óførar eldsálir greiddu frá.

At fáa havransóknarskip okkara at bróta túr av og sýna teirra gerandisarbeiði umborð alment fram í verki var ikki minni eitt bragd og eyðvitað til fyrimuns fyri øll, tá hugsað verður um, at mangan er ávísur tvídráttur millum vinnu og havvísund.

Samband við og kunning til vitjandi almenningin týðir nógv, og allastaðni vóru viðkomandi fakkøn fús at greiða frá og svara forvitnum spurningum. Allastaðni kendi ein seg sum fullvirdan og vælkomnan vitjandi.

Sjómanskapur hevur vanliga verið ein mannfólkaverð, og sum eg nevndi í eini heilsan aftaná 1.sta sjómannadag, so saknaði eg ta ferðina sjóvinnukvinnurnar í teirra ofta minni sjónliga leikluti, men hesu ferð tóku fleiri kvinnur sjálvsagdan lut í kappingum, eins og kvinnuligi borgarstjórin setti hátíðardagin og forkvinnan í Løgtingsins fiskivinnunevnd endaði dagin við vælvaldum orðum, áðrenn hon handaði heiðurstekin til flotan fyri góðan fong , harímillum ung kvinna taldist millum veiðimennirnar.

Eisini høvdu sjomannakonur listaframsýningar bæði í egningarskúri og á skipsdekki.

Sjómannadagurin er yvirhøvur eitt uttanduratiltak, og havi eg í tí sambandi mangan stúrt fyri veðrinum, sum tó hesuferð og ofta áður hevur verið hendinga gott.

Men tí er tað umhugsið av fyrireikingarnevndini eisini at taka hædd fyri tí og eisini hava tiltøk undir taki ella dekki.
Listaframsýningar í egningarskúri ella um borð á skipi rigga óføra væl- eisini tað at koma inn á vanliga rokalig arbeiðspláss, sum eru reinskað og hampað so væl. Tað vísir seg at bera væl til at fara væl um, har matvørðuframleiðsla fer fram.

Havi nevnt tað áður, at sjómannadagin hittir tú fólk og gamlar kenningar og tey mest sum bara har.

Tí eigur sjómannadagurin at halda fram árliga.

Norðoyingar funnu uppá, høvdu áræðið , løgdu rygg til og eiga framhaldandi at varðveita og fyriskipa sjómannadegnum sum Føroya sjómannadagur fyri alt Føroya fólk og samsvarandi at verða stuðlaðir av almenum og privatum fyritøkum , sum onkusvegna vara av sjóvinnu kring alt Føroya land.

Sjómannadagurin er svalandi ókeypis fyri fólkið, í sjálvum sær eitt bragd, sum onnur síðani vísa seg at hava tikið við eftir sjómannadegnum.

Tó kundi eitt fólksligt íkast kring alt Føroya land hóskandi verið framyvir at latið sjóvinnuna og sjómannadagin átt henda eina dagin á árinum burturav, so at ikki “aðrir festivalar” vóru júst tá, og soleiðis kundu enn fleiri fólk kring landið vitja í fiskivinnuumhvørvinum á Stongunum í minsta lagi hendan dagin, síðani har er nakað fyri øll, siglandi sum landkrabbar, svintu- og kragafólk, ung sum gomul, kvinnur og menn – øll sum kenna ein fólksligan samleika og vilja kennast við røtur, nútíð og framtíðarvánir.

Signaður dagur: Var veðrið frammanundan og aftaná óstøðugt, so makaði hann sjómaqnnadagin eystanættina, stakk suður- og vesturum upp í norðan við dyrdarveðri fyri síðani aftaná loknan hátíðardag at mala (við sólini ) uppaftur í eysturætt við vindi.

Tað tóktist sum úr erva tillutað einum góðum, tignarligum , væl fyriskipaðum og væl vitjaðum fólksligum tiltaki.

Takk fyri tit mongu eldsálir og stuðlar.

Vinarlig heilsan

Eyðun Joensen
Gamal klaksvíkingur uppilagstur í Havn.