Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umsetningurin í ferðavinnuni setur nýtt met

Danial Viðoy

Góða gongdin í ferðavinnuni heldur fram. Ongantíð áður hava útlendskt ferðafólk keypt eins nógvar vørur og tænastur í Føroyum sum í 2014, tá ið umsetningurin var 674 milliónir krónur. Í 2013 var umsetningurin 577 milliónir – talan er sostatt um vøkstur á heili 16,8 prosent.

Góða gongdin í ferðavinnuni heldur fram. Ongantíð áður hava útlendskt ferðafólk keypt eins nógvar vørur og tænastur í Føroyum sum í 2014, tá ið umsetningurin var 674 milliónir krónur. Í 2013 var umsetningurin 577 milliónir – talan er sostatt um vøkstur á heili 16,8 prosent, skrivar Visit Faroe Islands í tíðindaskrivi.

Sundurgreiningin vísur, at 78 prosent av umsetninginum er hjá flutningsfeløgum og ferðaskrivstovum. Áleið 12 prosent eru hjá gistingarstøðum og onnur 4 prosent innan sølu av mati og drykkjuvørum. Írestandi er býtt millum flutning innanlands, klædnasølu, upplivingar og annað virksemi.

Tað er Hagstova Føroya, eftir umbøn frá Visit Faroe Islands, sum hevur kannað búskaparligu árinini av keypinum hjá útlendsku ferðafólkunum, ið komu til landið í 2014. Kanningin er liður í einum leypandi samstarvi millum Hagstovuna og Visit Faroe Islands..

“Langtíðarmálið er, at umsetningurin hjá ferðavinnuni skal vera 1 milliard krónur í 2020. Tølini fyri 2014 vísa, at vit eru væl ávegis við hesum, og staðfesta, at vit eru á rættari leið,” sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Í fíluni niðanfyri ber til at lesa gjøllari tøl: