Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umsíðir fekk Klaksvíkar Kommuna sína heimasíðu

John William Joensen

Leingið hevur verið bíða eftir at Klaksvíkar Kommuna fór at vera sjónlig á internetinum og tað bleiv kommuna kl. 10 fyrrapartin mikudagin.

Tað er  Zenit úr Havn, ið hevur gjørt heimasíðuna og ein bólkur av starvsfólkum í býráðnum hevur staðið fyri kommununar parti. Heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommunu er forvitnislig, tí har eru nógvir upplýsingar, sum eru lætt atkomiligir og eisini sigur heimasíðan nakað um søguna og um stovnar og virksemið annars hjá kommununi.
Nú bleiv heimasíðan fyrst almenn mikudagin og sjálvandi nógv er eftir enn at menna, skulu vit fílast at nøkrum, so halda vit at útsjóndin er í og so keðilig, við tað at ongar panoramamyndir av Klaksvík eru á síðuni og satt at siga, so væntaðu vit at kommunan fór at kunngerða eitthvørt um størri opinleika og gjøgnumskygni, men tað var ilt at fáa eyga á, hóast orðini vóru nevnd.
Sigast kann, at nú er lættari at koma til tær upplýsingar, sum vit hóast alt høvdu atgongd til frammanundan. Men sjálvandi, býráðið skal eisini fáa møguleikar at menna sína heimasíðu og øll byrjan er tung. Ikki minst vit á Norðlýsinum fegnast um, at tað nú er lættari hjá okkum at fáa upplýsingar, sum vit so mangan hava brúk fyri, men sum vit ikki brúktu, tí vegurin til teir var ov langur.

Takk fyri býráðið.