Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umsitingin í Klaksvíkar Kommunu virkar ikki

Oliver Joensen

Tá man tosar við borgarar í Klasvíkar Kommunu, fær man tað fatan, at umsitingin yvirhøvur ikki virkar sum hon skal. Er tað veruliga so, at umsitingin ikki virkar ?

Um eg skal svara útfrá tí sum eg havi havt við umsitingina at gera, so er svari JA. Tað er okkurt spinnandi galið í umsitingini í Klaksvíkar Kommunu. Tað vísir seg, at tað eru ávísir persónar, sum hava alt ov nógv vald, mál koma ikki víðari, tí tey verða “goymd” í onkrari skuffu. Kanska tí at hesi mál ikki hava áhuga hjá viðkomandi, sum fær málið í fyrstu syftu. Eftir øllum at døma fáa nógv mál slett ikki nakra viðgerð.

Sjálvandi skulu ikki øll í umsitingini fáa skyldina, fyri at tað ikki virkar sum tað skal, tí tað er ikki rætt. Tey allarflestu starvsfólkini gera sína skyldu, tað er heilt vist, men allir borgarar mugu vera líka fyri lógini. Har hava verið fleiri sakir, har Kommunan hevur fingið átalur frá Løgtingsins umboðsmanni, um at borgarar eru ikki rættvíst viðgjørdir og tað er langt úti.
Tíðin er allarhelst komin til, at tað verða gjørdar nakrar “bygnaðarbroytingar” í umsitingini, so at skipanin kemur at virka aftur, og at borgarin fær álit á umsitingini aftur.
Hetta er eitt av høvuðsmálunum eg fara at arbeiða við, um eg verði valdur inn tann 11. november.

Jan Gardar
Valevni fólkafloksins