Nú Trygvi Mortensen er blivin hjálparvenjari hjá Formuladeildarliðnum, hevur KÍ fyribils heitt á Marek Vierzbicki um at taka sær av 1. deild í nakrar dagar, til ein nýggj venjaraloysn er funnin til tað liðið.
Marek hevur higartil í ár fyri tað mesta leikt við 1. deild, har ungu leikararnir hava notið gott av drúgvu royndunum og taktisku evnunum hjá 42 ára gamla pólverjanum.
Men nú skulu førleikarnir hjá Marek eisini koma liðnum tilgóðar á annan hátt,.
Trygvi Mortensen hevur tikið við ábyrgd sum hjálparvenjari hjá Formuladeildarliðnum saman við Eyðuni Klakstein høvuðsvenjara, og KÍ hevur tí heitt á Marek um fyribils at taka sær av 1. deild, meðan felagið arbeiðir við eini venjaraloysn til ta deildina.




