Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Umsóknir um arbeiðsloyvi bíða alt ov leingi

Jóhann Lützen

Viðgerðartíðin av arbeiðs- og uppihaldsloyvum er aftaná yvirtøkuna í heyst vorðin alt ov long, og tað rakar vinnuna og fólkini. Skjót átøk mugu gerast

 

Síðani september í fjør, tá ið føroysku myndugleikarnir yvirtóku umsitingina av arbeiðs- og uppihaldsloyvum, hava vit í Vinnuhúsinum fingið alsamt fleiri fráboðanir frá arbeiðsgevarum, sum uppliva, at tað tekur nógv longri tíð at fáa avgreitt umsóknir um nýggj arbeiðs- og uppihaldsloyvi, at leingja verandi loyvi og at fáa loyvini longd.

Í ringasta føri hevur bíðitíðin við sær, at fyritøkur mugu steðga á við virksemi, um loyvini ikki verða givin til tíðina.

Hóast myndugleikarnir hava vitað um hetta eina tíð, eru ongar ábendingar um, at viðgerðartíðin verður styttri; heldur tvørturímóti. Samstundis síggja vit, at grannalond gera tað smidligari at seta útlendsk starvsfólk í starv.

 

Les meira her.