Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umstøðurnar mugu betrast á dagstovnaøkinum

Dagstovnaráðið hjá Føroya Pedagogfelag

Gransking vísur, at samfelagið sparir pengar við at gera íløgu í barnsins fyrstu útbúgving á dagstovninum, og at eitt dygdargott tilboð til børn á dagstovnum hevur positiva langtíðar ávirkan fyri læringina og menningina hjá barninum.

Gransking vísur, at samfelagið sparir pengar við at gera íløgu í barnsins fyrstu útbúgving á dagstovninum, og at eitt dygdargott tilboð til børn á dagstovnum hevur positiva langtíðar ávirkan fyri læringina og menningina hjá barninum.

Hetta vísa greiningar av fleiri altjóða granskingarrapportum – m.a. hjá OECD Paris og Høgskolen i Oslo, og er hetta eisini niðurstøðan hjá bæði OECD og EU.

3 tær mest týðandi orsøkirnar sambært granskingini eru:

– Góðar relatiónir millum barnið og tey vaksnu

– Góðar relatiónir barnanna millum

– Tilvitaður og miðvísur pedagogikkur, sum gevur pláss fyri initiativ og áhugan hjá tí einkulta barninum.

Hvat skal so til, fyri at okkara børn kunnu fáa eitt dygdargott tilboð á dagstovnunum?

Tann fyrsta fyritreytin er at hava námsfrøðingar á dagstovnunum. Dagstovnalógin sigur, at tað í minsta lagi skulu vera 2/3 av námsfrøðingatímum og í mesta lagi 1/3 av hjálparfólkatímum, men á nógvum stovnum verður dagstovnalógin ikki hildin, av tí at tað ikki eru nóg nógvir námsfrøðingar, sum søkja størvini. Hetta er allarhelst bæði orsaka av, at ikki nóg nógvir útbúnir námsfrøðingar eru í Føroyum, men eisini orsaka av, at nógvir námsfrøðingar velja dagstovnaøkið frá. Um man spyr, hví námsfrøðingar ikki velja dagstovnaøkið, svara nógvir m.a. at lønin er ov lág í mun til longd av útbúgving, at arbeiðsbyrðan er ov stór í mun til lønina og at ov nógvar umsitingarligar uppgávur eru uttan fyrireikingartíð, og harvið ov lítil tíð til børnini.

Onnur fyritreytin er, at námsfrøðingar fáa betri tíð til relatiónir til børnini og betri umstøður at útføra ein tilvitaðan og miðvísan pedagogik, so tað kemur børnunum tilgóðar. Hetta krevur, at námsfrøðingar fáa skipaðar umstøður við fyrireikingartíð – soleiðis at tíðin ikki fer frá børnunum. Tað er uppá tíðina at politiski myndugleikin viðukennir, at fyrireiking krevst fyri at kunna útføra eitt dygdargott arbeiði.

Hvat ynskja vit fyri okkara børnum – og fyri okkara samfelag?

Sjálvandi ynskja vit tað besta fyri okkara børnum og samfelag, men hvussu? Og vilja vit gjalda fyri tað?

Avleiðingar av námsfrøðiligum dygdargóðum arbeiði á dagstovnum eru sera torførar at máta, men tó so eru kanningar gjørdar sum vísa, at tað hevur positiva langtíðar ávirkan fyri læringina og menningina hjá barninum, og hesum kunnu vit ikki lata eyguni aftur fyri!

Sambært OECD vísur granskingin, at tað serliga eru 3 høvuðsorsøkir til at samfelagið skal investera í dygdargóðum dagstovnum.

– Fyri tað fyrsta gevur tað bæði økonomiskan og sosialan vinning (t.d. segði granskingin, at børn, ið høvdu gingið á dygdargóðum stovnum, vóru betri fyri at fara í skúla, fleiri fingu miðnámsútbúgving, færri komu út í kriminalitet, og fleiri av hesum høvdu hægri inntøku sum vaksin.

– Fyri tað næsta gevur tað økta starvsluttøku hjá smábarnafamiljunum (serliga mammurnar).

– Og fyri tað triðja gevur tað børnunum betri útbúgvingar og vælferð.

At hava dygdargóðar stovnar gevur eisini, serliga kvinnunum, betri hug og møguleika at fylgja/uppafturtaka sína yrkisleið/karrieru og harafturat gerst tað meira freistandi fyri familjurnar at fáa fleiri børn.

Hetta er sera týdningarmikið at draga fram, tí ein stór avbjóðing hjá okkum í Føroyum er nevniliga at fáa fólkatalið og burðartalið at vaksa, umframt at fáa kvinnurnar at støðast í Føroyum og/ella at flyta heimaftur úr útlandinum.

Okkara samfelag í dag krevur nakað annað av børnunum enn fyri 20-30 árum síðani, tá ið dagstovnar vóru forkunnugir í Føroyum, og tí eru uppgávurnar hjá námsfrøðingunum eisini nógv broyttar. Nógv er broytt til tað betra, og flestu okkara kunnu helst verða samd um, at námsfrøðiliga dygdin á dagstovnunum er hækkað síðani fyrstu stovnarnir opnaðu á sinni. Men samstundis eru eisini nógv fleiri umsitingarligar uppgávur álagdar námsfrøðingunum uttan at fyrireikingartíð fylgdi við – m.a. námsætlanir, eygleiðingar, málsligar og skúlaklárar kanningar (TRAS og SPU), útfylla skjøl ísv. børnum við serligum avbjóðingum, úttalilsi til Barnaverndarstovuna, Sernám osfr. Tíðin saman við børnunum er sostatt blivin munandi minni enn fyri 20 árum síðani, og á summum stovnum er játtaða normeringin enntá lægri enn fyri 20 árum síðani – hetta av tí at ongin lóg sigur hvat ið minsta marki fyri hvussu nógvir tímar skulu til hvørt barnið er.

Hetta ger, at arbeiðið ikki gerst nøktandi fyri námsfrøðingarnar, og tað gevur ikki fortreytir fyri dygd, og er tað m.a. ein orsøk til at námsfrøðingar frávelja dagstovnaøkið og søkja aðrar leiðir. Harafturat vísir ein kanning, sum bleiv gjørd í 2014, at strongd millum námsfrøðingar er munandi hægri, samanborið við kanning um strongd millum allar føroyingar. Hetta mugu vit taka í álvara.

Tað ber ikki til at fáa dygd, samstundis við at umstøðurnar støðugt gerast verri!

Tað er tí okkara vón, at ALLIR politisku myndugleikarnir, sum vara av dagstovnaøkinum við børnum og starvsfólkum teirra, í FELAG vilja gera íløgur í barnsins fyrstu útbúgving á dagstovnunum, og harvið kunnu vera við til at geva børnunum betri vælferð, samstundis sum samfelagið sparir pengar í longdini.

Tilmæli til íløgur:

– Áseting í Dagstovnalógini til ein fastan normeringslykil eftir tilmæli frá Føroya Pedagogfelag. Í tilmælinum er fyrireikingartíð íroknað, sum eigur at tryggja fortreytirnar fyri betri arbeiðsumstøður hjá námsfrøðingunum, og harvið eitt dygdargott tilboð til børnini við einum tilvitaðum og miðvísum pedagogikki.

– Hægri løn til námsfrøðingar, soleiðis at hon kann javnmetast við aðrar miðallangar/hægri útbúgvingar, fyri at fáa námsfrøðingar at støðast og trívast á dagstovnaøkinum.

Dagstovnaráðið hjá Føroya Pedagogfelag

Keldur:

????OECD (2011) Investing in high-quality early childhood education and care (ECEC) Paris: OECD

????Bjørnestad, E og Samuelsson, I.P. (2013). Hva betyr livet i barnehagen for barn under 3 år. En forskningsoversikt. Oslo: Høgskolen i Oslo

????Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning: Starvsfólk á dagstovnum – ein trivnaðarkanning. Gjørd fyri Føroya Pedagogfelag, 2010.

????Arbeiðsbólkur hjá Føroya Pedagogfelag: Álit um normeringar. Gjørt fyri Føroya Pedagogfelag, 2014

????Fegin: Strongd og trivnaður, Gjørd fyri Føroya Pedagogfelag, 2014