Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umvælingin av Ternuni dregur út

Helgi Abrahamsen

Arbeiðið við at umvæla strandfaraskipið Ternuna hevur drigið út, og tí verður skipið ikki klárt at sigla aftur tann 23. september, sum ætlanin annars var.

Arbeiðið við at umvæla strandfaraskipið Ternuna hevur drigið út, og tí verður skipið ikki klárt at sigla aftur tann 23. september, sum ætlanin annars var. Tað skriva Strandfaraskip Landsins á heimasíðuni.

“Veðurlíkindini vóru ikki heilt til vildar, tá Ternan skuldi á beding, og tískil varð hon tveir dagar seinkað. Eisini skal ymiskt annað smáarbeiðið gerast umborð,” stendur á heimasíðuni.

Jósup fer at røkja siglingina á nólsoyarleiðini bæði hesa vikuna og í komandi viku. Sam fer at gera farmatúr týsdagin og hósdagin í næstur viku. Siglt verður av Havnini klokkan 11 og úr Nólsoy umleið klokkan 12.