Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Undan Íslandi av sera góðum túri

Oliver Joensen

Um kirkjutíð í gjár, kom Norðsøki aftur undan Íslandi har teir hava roynt við snellu. Fýra mens vóru við hendan túrin og hettq gjørdist stórsti toskatúrur hjá teimum. Vanliga plagar upsin at fylla mest ein slíkan túr, men hesaferð var nærum líka nógv av toski. Til samans meta metir veiðuna í morgun at vera um 80 – 85.000 punf, harav teir meta helvtina at vera toskur.

Vit skrivaðu fyri døgum síðani at hetta var stórsti túrur hjá Norðsøka undir Íslandi, men so er ikki, onkur hevur verið nakað størri, men hetta er stórsti toskatúrurin hjá teimum nakrantíð, og tað frøðast teir um.

Fiskurin verður lagdur upp á Kósini í løtuni og um einar tveir dagar vita teir nærri vektina.