Enn stendur eftir, at alt er ikki komið fram í málinum, og undanførslan við hasum landsstýrisfundinum heldur ikki.
Tann 25. mai. var fundur í Heilsu- og Innlendismálaráðnum um avgerðina, sum ráðið hevði tikið tann 17. mai, um at geva Tórshavnar kommunu loyvi at byggja út havnarlagið við Skansan. Við á fundinum vóru tær allar tríggjar: Sirið Stenberg, Turid Arge og Anni á Hædd. Har varð millum annað viðgjørt, hvussu landsstýriskvinnan skuldi lýsa málið í fjølmiðlunum.
Avrátt varð, at landsstýriskvinnan skuldi í minst møguligan mun verja góðkenningina í fjølmiðlunum, og skuldi í staðin spæla bóltin yvir til kommununa. Um fólksliga mótstøðan var ov stór, so skuldi vísast á, at talan var um eina ætlan hjá kommununi og ikki hjá landinum.
Hevur einki við landsstýrisfund at gera
Seinni fekk Anni á Hædd eitt ætlanarskriv um uppsøgn við hóttan um burturvísing fyri at hava sent skrivið út, áðrenn Sirið Stenberg fór á landsstýrisfund at kunna hini í landsstýrinum um skrivið.
Og so kemur tann stóri spurningurin: Hví skuldi málið fyri á landsstýrisfundi?
Á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni verður millum annað greitt frá lógargrundarlagnum, sum landsstýrið virkar eftir. Har verður sagt soleiðis um útinnandi valdið (Landsstýrið):
”Einki stórvegis stendur í stýrisskipanarlógini um landsstýrið sum stovn. Formliga er støðan tann, at stjórnarvaldið verður framt gjøgnum landsstýrismenn, sum rættarliga hava ábyrgd av málsøkjum sínum (§ 37), og politiskt tryggja sær undirtøku fyri ætlanum sínum á politiskum landsstýrisfundum.”
Tað eru altso landsstýrisfólkini sum hava rættarligu ábyrgdina av sínum málsøki, meðan politiskir landsstýrisfundir eru til fyri at tryggja undirtøku fyri politiskum málum.
Málið um útbyggingina av Tórshavnar Havn var eitt fyrisitingarligt mál, har landsstýriskvinnan hevði tikið avgerð um, at hon skuldi frásiga sær alla politiska ábyrgd. Talan var sostatt ikki um eitt mál, sum hon skuldi tryggja sær politiska undirtøku fyri.
Formligir landsstýrisfundir
Umframt politiskar landsstýrisfundir er eisini nakað sum verður kallað ”formligir landsstýrisfundir”. Um teir stendur soleiðis á heimasíðuni hjá Landsstýrinum:
“Øll uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og eykajáttanir skulu verða løgd fyri á formligum landsstýrisfundi, áðrenn tey verða løgd fyri løgtingið (§ 33).”
Málið um útbyggingina av Tórshavnar Havn var hvørki løgtingslóg, ríkislógartilmæli ella eykajáttan og hevði tí einki við nakran formligan landsstýrisfund at gera.
Spurningurin er so: Hví hevði tað so stóran týdning at fáa málið fyri á landsstýrisfundi? Hví varð eitt embætisfólk sagt úr starvi, tí eitt loyvi var sent avstað, áðrenn málið hevði verið fyri á landsstýrisfundi? Hvat hevði avgerðin við landsstýrisfund at gera?
Ráðharraábyrgd
Nevnda málið er blivið eitt stórt sirkus, sum fyribils er endað við at ein deildarstjóri er fluttur í annað starv. Men enn stendur eftir, at alt er ikki komið fram í málinum, og undanførslan við hasum landsstýrisfundinum heldur ikki.




