(Dystarfrásøgn) Við 10 móti 11 leikarum nærum allan dystin mátti KÍ leggja óvanliga nógv fyri í fjórðingsfinaluni fyri at koma víðari og harða stríðið gav úrslit.
Við dystarbyrjan var greitt, at bæði liðini vóru skerd. Hjá B36 sótu m.a. Høgni Madsen og Hørður Askham uttanfyri við skaðum umframt fleiri aðrar sum hava verið skaddir í eina tíð, meðan Semir Hadzibulic og Mayowa Alli ikki vóru tøkir hjá KÍ. Heldur óvæntað fekk David Langaard møguleikan frá byrjan á høgra vongi, men tað skuldi vísa seg at vera ein skilagóð avgerð, tí hann spældi ein góðan dyst.
Dysturin var ikki meir enn byrjaður, so lá bólturin í B36 málinum. Róaldur Jakobsen misti bóltin í uppspælinum, Jóannes Bjartalíð kom at standa púra leysur og ístaðin fyri at skjóta uppá mál, so trillaði hann bóltin yvirum til Súna Olsen, sum kundi skjóta í tóma málið. KÍ hevði fult tamarhald á dystinum fyrsta korterið. Men í 15. minutti bleiv dysturin oylagdur. Ahmed Mujdragic, kanska besti leikari á vøllinum fyrstu løtuna, fekk beinleiðis reytt kort fyri at spýta viðsíðuna av Jógvan Skeel Nolsøe. Upptøkurnar vísa, at spýtti ikki var nær við at raka og so kann ein spyrja, hvussu málrættað tað var og um neyðugt var at oyleggja dystin av hesum við einum reyðum korti. KÍ setti tá Súna Olsen aftur í miðverjuna, meðan Jóannes Bjartalíð datt aftur á sentrala miðvøllin. 75 minuttir eftir og KÍ hevði eina eitt máls leiðslu at dúva uppá móti tvífaldu føroyameistarunum. Dysturin var ikki gamal og KÍ leikararnir høvdu framvegis kreftir til at brúka í álopspartinum. Og longu í 23. minutti bleiv tað 2-0 við einum framúr einmansavriki frá Jóannes Bjartalíð, sum í løtuni helst er vandamiklasti álopsleikarin í Effodeildini. Hann fekk bóltin aftanfyri miðjuna og setti m.a. landsliðsleikaran Jónas Tór Næs av. Komin heilt inn í 5-meturin setti hann bóltin í málið og so kókaði við Djúpumýru, har heimafjøldin var nógv mælskari enn vanligt. KÍ kom at liggja langt afturi á vøllinum eftir hetta, men allan fyrra hálvleik var vandamikið, tá klaksvíkingar fóru í kontraálop, og tvær ferðir var heilt nær við.
Í seinna hálvleiki setti B36 seg tungt á dystin sum væntað. Men KÍ liðið var sera væl skipað og sjáldan komu teir hvítu til upplagdar møguleikar. Í álopspartinum gekk longri ímillum, at KÍ hótti. Móti endanum nærkaðist B36 meir og meir og eina langskotið misti Kristian Joensen á yvirleggjaran. Tá var kanska endaliga staðfestingin av, at hetta var dagurin hjá KÍ. Róaldur Jakobsen sendi gjøgnum dystin nógv sera neyv hornsparksinnlegg og í 86. minutti gav hetta mál, tá Alex Mellemgaard skallaði bóltin í málið. Hóast trýst frá B36, so stóð KÍ ímóti og 2-1 var endaliga úrslitið.
Framúr hugburður á KÍ liðnum
Dysturin vísti, at KÍ liðið er væl fyri í løtuni og eisini mentalt tolir at fáa mótgongd í einum dysti sum tað er, tá ein leikari fær reytt kort eftir eitt korter. KÍ leikararnir løgdu heilt ótrúliga nógv fyri og fingu staðfest, at fysiska støðið er høgt. Í verjupartinum spældu teir fýra – Sørmundur Kalsø, Súni Olsen, Jonas F. Rasmussen og Ísak Simonsen – ein framúrskarandi dyst. Meðan miðvøllurin var eins sannførandi, har felagsnevnarin var, at óvanliga nógv bleiv runnið, og tí bleiv plássið til B36 lítið at spæla á, tá teir komu fram. KÍ hótti eisini allatíðina í álopspartinum, har Páll A. Klettskarð eisini átti sín lut í báðum málunum. B36 tóktist nakað merkt av, at nógvir leikarar eru skaddir, og tí spældu fleiri ungir óroyndir leikarar frá byrjan. Leikarar sum enn kanska ikki eru heilt klárir til ein so stóran leiklut í einum so krevjandi dyst. Í álopsspælinum gekk tað mesta gjøgnum Róald og Lukasz, men tað var sum, at tað altíð manglaði tað síðsta til at blíva heilt vandamikið. Sannførandi liðavrikið hjá KÍ sendi liðið í hálvfinaluna, har KÍ seinast var í 2013.




