Tað byrjaði sum ein ætlan til frítíðarkavarar. Tað sum fekk gongd á, var tá tvey skip fyri nøkrum árum síðani blivu sleipaði út av Klaksvík til upphøggingar. Tá kom fram her í býnum, at ynskiligt var, at slík skip, sum høvdu gjørt tænastu í fiskivinnuni eisini kundu brúkast til at gera áhugaverd øki fyri frítíðarkavarar á havsins botni.
Við tí treysti fóru tá Norðlýsið ( eftir at eg havi selt Norðlýsið, er S.pf á Hædd komið í staðin fyri Norðlýsið), Mekanor, Faroe Dive og JT-Kaving undir at søkja umhvørvisstovuna um loyvi at søkkja eitt skip á Borðoyarvík.
Umhvørvisstovan hevði ikki givið loyvi til slíkt áður, tí gekk rúm tíð til loyvi fekst. Hóast søkt var um loyvi at søkkja trý skip, so fingu vit bert loyvi til eitt tá, men ætlanin er at søkja um loyvi til fleiri nú royndir eru gjørdar við Reynsmúla.
Men hugskot búnast. Føroya Sjómannadagur hevur á hvørjum árið havt kør við livandi fiskum til framsýningar tá sjómannadagarnir hava verið fyrireikaðir. Hetta hevur elvt til tos um akvarium.
Vit hava hildið, at tíðin vit eru í, er ikki tann rætta, at fanga djór og fiskar og taka tey til fanga uppi á landi, burtur frá egnum umhvørvi, bara til okkara undirhald.
Hugsanin hjá okkum búnaðist tí um, um tað ikki hevði verið ein góð loysn, um vit kundu gjørt eitt glasrør ella eina glastunell eftir botninum út til skipini, sum vit søkkja á Borðoyarvík.
Sum eitt síðuprojekt, eru tekningar og stabilitetsútrokningar gjørdar, til at umbyggja ein verandi bát til at hava glasrútar í botninum, soleiðis at hann kann sigla við turistum fram við landi, at hyggja at tí sum sæst inni við og í taranum.
Royndir aðrastaðni vísa, at fiskur, gróður og ikki minst skeljadjór amast uppi á “grynnum”, ið tú leggur á botnin.
Tá so løgtingskvinnan Elsubeth Mercedis Gunnleygsdóttur, eisini var frammi við akvarium í Klaksvík, var tað ein sjálvfylgja, at vit arbeiddu saman við løgtingskvinnuni, at vita, um ikki bar til at fáa pening til eitt slíkt projekt og samansjóða okkara hugsanir um akvarium í Klaksvík.
Í Havn er eitt traditionelt akvarium, so orsøk er ikki til at vit gera tað sama her norðuri. Skulu vit hava nakað, sum dregur til lokalsamfelagið her, so má tað vera annarleiðis enn aðrastaðni.
Slagorðið er, at vit fara út, at hyggja, har tari, skeljadjór, fiskur og aðrar verur búleikast í havinum, heldur enn at vit taka livandi verurnar til fanga til okkara undirhald.
Ein hugmynd er, at tað hevði verið áhugavert at kunna gingið fram við taraskógnum og fram við skipsvrakunum á sumri og á vetri, og hvør veit, kanska hevði borið til at sitið har úti í eini kafeteria.
Fyri at koma aftur til veruleikan, so vóru vit ein túr leygardagin við Capella, gamla Sildberanum, av Vágni og á Borðoyarvík at hyggja hvussu Reynsmúli hevur tað.
Vit fingu fatur á Inga Sørensen, okkara kendi undirsjóvar myndamanni og sum altíð var hann til dystin fúsur.
Niðanfyri myndir frá túrinum, og myndirnar, sum Ingi Sørensen tók.
(Myndir: av Capella Oliver Joensen og av Reynsmúla Ingi Sørensen)








































































