Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Undirsjóvartunlarnir fasthalda prísin

Oliver Joensen

Hóast annar undirsjóvartunnilin hevði eitt rakstrarhall í fjør, verða verandi prísir galdandi árið út.

Báðir tunlarnir eru væl fyri fíggjarliga, og støðugt fleiri ferðast undir Vestmannasund og Leirvíksfjørð. Hetta er greitt, eftir at P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin í dag hava havt aðalfund, har roknskapirnir vórðu lagdir fram.

Ársúrslitið fyri Norðoyatunnilin varð eitt hall á kr. 2,1 mió, sum er kr. 1,0 mió verri enn ætlanin. Í ætlanini fyri 2008 varð roknað við einum halli á kr. 1,1 mió. Umsetningurin var í 2008 kr. 26,4 mió.
Fyri Vágatunnilin varð ársúrslitið kr. 0,5 mió, ið er betur enn ætlanin, har roknað var við, at inntøkur og útreiðslur skuldu javnviga. Umsetningurin var í 2008 kr. 21,6 mió.
Í 2007 varð á Løgtingsins fíggjarlóg játtaður peningur at nýta sum ískoyti til tekniskan rakstur av tunlunum. Hesar upphæddir vóru kr. 3,1 mió til Norðoyatunnilin og kr. 2,6 mió til Vágatunnilin. Játtanin varð ikki endurnýggjað í 2008.

Prísirnir óbroyttir
Í 2008 hava prísirnir verið óbroyttir. Prísurin fyri stakar túrar er ídag kr. 130,00. Við at keypa 40- túrahald verður kostnaðurin kr. 65,00 fyri hvønn túrin. Hetta svarar til kr. 32,5 hvønn vegin. Alt fleiri ogna sær hald. Hetta framgongur eisini av miðalprísinum, sum hevur verið goldin í farna ári. Í Vágatunlinum var miðalgjaldið fyri hvørt akfar, sum koyrdi framvið gjaldstøðini, kr. 75,14 í mun til kr 81,11 í 2007 og í Norðoyatunlinum kr.73,40 í 2008 í mun til kr. 82,90 í 2007.
Við verandi prísum væntast í 2009 eitt hall á kr. 1,9 mió í Vágatunlinum. Í Norðoyatunlinum er ætlanin fyri 2009 løgd við einum halli á kr. 0,9 mió.
Bæði tunnilsfeløgini eru væl fyri fíggjarliga og hava ikki fyri neyðini, at broyta prísin í 2009 hóast hall er í rakstrinum, sigur Uni Danielsen, stjóri.
P/F Vágatunnilin hevur eina eginogn á kr. 163,5 mió., og P/F Norðoyatunnilin kr. 187 mió í eginogn.

Nevndirnar afturvaldar
Á aðalfundinum vóru nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita Bergur í Garði, Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer, Bjarni A. Bjarnason og Johanna á Bergi. Nevndin skipaði seg við Bergi í Garði sum formanni og Jens Kára Vilhelm sum næstformanni. Í nevndini fyri Vágatunnilinum sita Bjarni A. Bjarnason, Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze. Nevndin skipaði seg við Bjarna A. Bjarnason sum formanni og Jens Kára Vilhelm sum næstformanni.

Ferðslan økt
Í Vágatunlinum hevur ferðslan verið í miðal 1.575 bilar/samdøgur í mun til 1.541 bilar/samdøgur í 2007. Í Norðoyatunlinum vóru tølini 1.897 bilar/samdøgur í 2008 í mun til 1.814 bilar/samdøgur árið fyri.
Samlaða ferðslan í 2008 var 694.398 akfør í Norðoyatunlinum, ein vøkstur á 4,6% í mun til 2007 og 576.956 í Vágatunlinum, sum svarar til ein vøkstur á 2,2% í mun til árið fyri.

Trygd og viðlíkahald stóran týdning
Sum partur av støðuga arbeiðnum, at halda trygdina á einum høgum støði og í samband við viðlíkahaldsarbeiði, verða tunlarnir støðugt kannaðir og viðlíkahildnir. Hetta hevur ført til eitt ávíst viðlíkahaldsarbeiði. Fyri at darva ferðsluni sum minnst og fyri at fasthalda trygdina, verður arbeitt um náttina og tunlarnir stongdir.

Ókeypis koyring
Eins og undanfarin ár, verður í 2009 frítt at ferðast 4 dagar. Í Vágatunlinum verður frítt at koyra 28/2, 2/5, 5/9 og 12/12. Í Norðoyatunlinum eru dagarnir 31/1, 2/5, 26/9 og 12/12. Dagarnir verða fastlagdir í samráð við handilsfeløgini/vinnuna í Norðoyggjum og Vágum.