Nú arbeiði við at gera tunnil undir Lorvíksfjørð reiðuliga er farið í gongd, eru eisini fyrireikingarnar at taka ímóti fasta sambandinum komnar so mikið langt, at vit síggja áleið, hvat hetta kostar hjá Klaksvíkar Kommunu.
Metingarnar nú siga, at vit mega roknað við eini íløgu, sum samanlagt er 90-100 mió kr hægri komandi 4 árini enn tær 20 mió. sum vit vanliga hava havt til árligar íløgur seinastu árini.
Vit hava ongan møguleika við vanliga rakstrinum at fíggja tær íløgur sum skulu gerast, og tí eru vit noydd at taka avleiðingar av teimum krøvum sum fyriliggja. Tað er í høvuðsheitum 2 háttir at fíggja slíkar eykaíløgur, og sigast má, at hvørgin gevur serliga góðan smakk í munnin, men um býur okkara skal fáa fulla nyttu av hesum stóra møguleika vit nú hava, so er neyðugt at taka óvanligar og kanska ópopulerar avgerðir.
Lántøka
Hetta er ein møguleiki, sum oftast hevur verið nevndur og sigast má, at her og nú er hetta tann lættasti mátin at loysa slík mál uppá. Seinastu nógvu árini hava vit goldið ómetaligar upphæddir í rentum og avdráttum, tí hendan loysnin hevur verið nýtt oftari enn gott er. Tí kennist tað sera svárt at seta kommununa í stóra skuld aftur av nýggjum nú, vit fyri stuttum kundu hátíðarhalda at skuldin var komin niður um eina álíkning. Eg havi nevnt tað í onkrari grein fyrr, at rættasti mátin er, at eitt og hvørt býráð í størst møguligan mun roynir at taka pening inn fyri tað nýtslu sum verður sett í verk, hvørt tað so eru til íløgur ella rakstur. Sjálvandi kunnu umstøðurnar gerast so serstakar, at ein lántøka verður neyðug, men tað má so verða tann seinasti útvegurin, um ikki íløgan kann dragast út.
Á henda hátt hevur veljarin til eitt og hvørt býráðsval møguleika at siga nei ella ja til tær íløgur sum verða gjørdar. Seinastu nógvu árini hevur hetta ikki verið so, tí at stórur partur av kommunuskattinum er farin til rentur og avdráttir av íløgum, sum liggja so langt afturi, at bert tey fægstu minnast tær.
Skattahækking
er ein møguleiki, sum neyvan er so serliga vældámdur millum manna. Men sum eg havi víst á omanfyri, so meti eg tað verða rætt, at tann sum setir arbeiði í gongd, eisini er til reiðar at fáa peningin til vega uttan at leggja byrðarnar á komandi ættarlið. Tí haldi eg tað verða rættast at arbeiða miðvíst við eini tíðaravmarkaðari skattahækking uppá eini 1,5-2% í eini 4 ár, samstundis sum roynt verður leggja íløgurnar og afturgjald av verandi lánum soleiðis til rættis, at hetta í størstan mun er við til at burturbeina lánitørvin.
Íbúgvar í Klaksvíkar Kommunu koma vónandi at fáa stóra gleði av ætlaðu íløgunum, og tí eigur hesin beiski bitin sum ein skattahækking jú altíð er, kortini at verða møguligur at svølgja.
Hilmar Danielsen,
býráðslimur




