Undan løgtingsvalinum varð dúgliga mett um hvussu støðan varð hjá landsbúskapinum. Stjórin í Gjaldstovuni metti at landskassin í august mánaða hevði eitt yvirskot, og nú roknskapurin er liðugur er greitt at útsøgnin var á góðari leið.

Tað hevur verið gitt dúgliga um støðuna hjá Landskassanum 2015 og beint undan valinum metti fyrrverandi landsbankamaður at undirskotið fór at verða 230 mió. kr..
Í morgun frætta vit frá Gjaldsstovuni at endaliga úrslitið gjørdist eitt hall uppá 76,9 mió. kr..
Løgtingsvalið varð 2. september 2015 og nýggja samgongan keypti fleiri bygningar við eykajáttan beint undan jólum frá Banknordik og Eik og teir eru útreiðsluførdir (26 mió. kr. til løgtingið) (21,3 Almenn umsiting). Harafturat framskundaði nýggja løgtingið játtan á 40 mió. kr. til Viðareiðistunnilin.
Vóru nevndu broytingar ikki gjørdar av nývalda løgtinginum eftir at nýggj samgonga tók við hevði yvirskot verið longu á fíggjarlógini 2015.
Sambært gjaldstovuni í morgun er roknskapurin nú afturlatin og úrslitið endaligt.