Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Undirvísa úr Klaksvík

Danial Viðoy

Í gjár var fyri fyrstuferð undirvíst úr Fjarnámi í Klaksvík fyri næmingum á Setrinum í Tórshavn

Í gjár var fyri fyrstuferð undirvíst úr Fjarnámi í Klaksvík fyri næmingum á Setrinum í Tórshavn, skrivar Fjarnám í tíðindaskrivi.

Síðani 2013 hava lesandi hildið til í Íverksetarahúsinum, har summi teirra hava fingið undirvísing yvir fjarskiftisútgerð í samband við útbúgvingar á m.a Fróðskaparsetrinum.

Í gjár fór undirvísing eisini fram í Íverksetarahúsinum, men hesaferð var tað tey á Setrinum ið fylgdu við yvir fjarskiftisútgerðina, meðan undirvísarin var staddur í Klaksvík.

Elisabeth M. Gaard, ið er úr Klaksvík, valdi í gjár at nýta høvið at undirvísa úr Klaksvík, heldur enn úr vanligu flokshølunum í Havn, og tað vísti seg at rigga sera væl. Elisabeth undirvísti námsfrøðilesandi í námsfrøðiligari sálarfrøði.

Nógv lesandi eru tilknýtt Fjarnám í Íverksetarahúsinum. Hesa vikuna hava lesandi innan KT verkfrøði, námsfrøði, sálarfrøði, løgfrøði, kostvegleiðing, og læraralesandi húsast í Íverksetarahúsinum.

Um ársskiftið 2014/15 varð íløga gjørd í nýggja og framkomna tøkni til tess at kunna vera í Klaksvík og fylgja undirvísing, fyrilestrum, fundum og øðrum umvegis internetið. Útgerðin hevur verið brúkt til at fylgja undirvísing í Føroyum og aðrastaðni, men í dag hevur Setrið so eisini roynt møguleikan at undirvísa frá Klaksvík til næmingar á setrinum í Tórshavn.

Deirdre Hansen, ið starvast sum yrkis- og lestrarvegleiðari hjá Fjarnám, vegleiðir teimum lesandi, og fólki ið ætla sær undir útbúgving ella førleikamenning.

Til ber at gera eina avtalu um vegleiðing við at ringja á tlf. 239502 ella nýtlsu av lestrarumstøðum við at skriva til fjarnam@fjarnam.fo

Harleywoodpaint