Vit mugu ikki billa okkum inn, at okkara virði sum menniskju verður mátað eftir, hvussu ofta tað stendur 12 í próvnum, hvussu gott starv vit hava, ella hvussu dýran bil vit koyra. Nógv meira umráðandi er tað, hvussu vit eru sum menniskju, skrivar Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum á facebook vanganum hjá Javnaðarflokkinum
Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum hevur júst hála teppið undan allari undirvísingarskipanini í uppslagi á facebook-síðuni hjá javnaðarflokkinum.
Í grein nevnd “Til tín, sum ikki fekk 12…” rør landsstýrismaðurin undir, at ungdómurin ikki skal leggja so nógv í at fáa góð skoðsmál. Tað hevur størri týdning at verða “verulig menniskju”, sum landsstýrismaðurin málber seg.
Møta vit øðrum við opinleika og umsorgan? Vísa vit virðing fyri øðrum, sum ikki síggja út ella hugsa sum vit sjálvi gera? Og hvat fylla vit okkara gerandisdag við? Hesi eru tey veruligi virðini, haldi eg. Og eg tori næstan at siga, at minnist tú til at fara væl við tey rundanum teg, so letur tað fleiri hurðar upp fyri tær, enn nakað 12 tal, skrivar landsstýrismaðurin víðari.



