Herfyri samtykti Løgtingið, at undirvísingin fyri útlendingar skuldi fáa størri játtan, og tað sæst aftur nú í tilboðnum, sum verður bjóðað út í Kvøldskúlanum í samstarvi við Mentamálaráðið. Vanliga hava útlendingar gingið eitt kvøld um vikuna í eina tíð til undirvísing í føroyskum máli og mentan, sum hevur verið býtt upp í tvey stig eftir førleika. Tey skeiðini vóru deild upp í byrjanarskeið á 20 tímar og so annars leypandi framhaldsskeið á 20 tímar.
Men nú verður talan um tvey kvøld um vikuna, og undirvíst er í trimum ymiskum stigum, býtt eftir førleika. So í stuttum kunnu vit siga, at tilboðið verður munandi betrað og játtaðir eru 400 tímar. Hetta verður gjørt í samstarvi við MMR, sum rindar lønirnar, ímeðan Kommunan rindar undirvísingartilfar. Eisini er hetta eitt sosialt og samansjóðandi tilboð, sum útlendingarnir seta sera stóran prís upp á.
Umleið 25 útlendiingar ganga til undirvísing í føroyskum máli og mentan, og tríggir lærarar eru knýttir at undirvísingini.




