Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Undraði meg ikki sørt

Jóannes Eidesgaard

at Dagur&Vika í gjárkvøldið ikki nevndi svenska ríkidagsvalið við einum einasta orðið. Svøríki er hóast alt eitt av okkara grannalondum. Gaman í, so er líkt til, at D&V ger nógv burtur úr skotsku fólkaatkvøðuni nú tórsdagin, og alt gott um tað. Men hvat var so í staðin?

Ein fjákut amatørkend atkvøðugreiðsla við Høgna Mohr, sum beinleiðis var pínlig, og hon mátti ongan enda tikið. Ikki nóg mikið við tí, so var restin av tíðindasendingini brúkt til eina køkukapping í Klaksvík. Eg má siga, at hetta var eitt løgið val, redaktiónin gjørdi. Hvussu kann almenna sjónvarpið gloyma eitt ríkisdagsval, har úrslitið gjørdist eitt stjórnarskifti, og at ein floksformaður leggur frá sær. Eg undrist.