Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Undrist stórliga á uppskotið

John William Joensen

Tað undrar ein stórliga at upplýsingar sum landsstýrismálanevndin hevur fingið i trúnaði hava verið á forsíðuni í fjølmiðlunum.

Kaj Leo Jóhannesen, formaður í Sambandsflokkinum, undrast á at Kári P. Højgaard leggur fram eitt uppskot um misálit á landsstýrismanninum ein hálvan tíma áðrenn fundin.
– Eingin hevur vitað nakað um hetta áðrenn og tí hava vit als ikki fingið nøktandi umhugsingartíð.
– Hinvegin skilji eg als ikki uppskotið tí er tað nakað sum hevur eyðkent landsstýrismannin so er tað at hann í nærlagni hevur røkt sítt embati.

Landsstýrismálanevndin
– Men eitt sum eg ikki dugi at skilja er hvussu upplýsingar sum hava verið latið landsstýrismannanevndini í trúnaði nú eru prentaðir í fjølmiðlunum.