Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uneasy lies the head that wears a crown

John William Joensen

Tað var merkisvert at uppliva hendingina í morgun tá løgmaður sum viðmerking til úrslit av veljarakanning gav ilt av sær og vísti til at hann hevði seinastu mánaðarnar kent tað sum at Kringvarpið hevði ført eina herferð móti sær – og helt at herferðin var stjórna av Tjóðveldi.

Tað var merkisvert at uppliva hendingina í morgun tá løgmaður sum viðmerking til úrslit av veljarakanning gav ilt av sær og vísti til at hann hevði seinastu mánaðarnar kent tað sum at Kringvarpið hevði ført eina herferð móti sær – og helt at herferðin var stjórna av Tjóðveldi.

Tað var sera óheppið at løgmaður fanst at tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum og beinleiðis segði at hon rann ørindi fyri Tjóðveldi, tí at hon m.a. hevur verið skrivari hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingið. Sum skipari átti løgmaður at vita at tað er vánaligur sjómannskapur at ein skipari stendur á brúnni og skeldar inn á ódnarveðrið – í hesum føri pressuna -sum hann onga ávirkan hevur á.

Úlvar í lambaskinni?

Tað er eingin loyna at Kaj Leo Jóhannesen hevur verið undir trýsti av at Kringvarpið og Sosialurin hava sett stórt fokus á Tunnilsætlanirnar hjá fyrrverandi landsstýrismanninum í Innlendismálum, Kára P. Højgaard, sum ikki gjørdust veruleiki tí løgmaður í seinastu løtu tók málið frá landsstýrismanninum.

Tað er ikki ókent at sitandi løgmenn hava verið undir trýsti av óhepnum málum sum hava verið nógv umrødd í miðlunum men ein munur er tó hesuferð og tað er hvussu tigandi stuðlar løgmans- í hesum føri landsstýrisfólk og tingfólk í Sambandsflokkinum hava verið.

Eivind Jacobsen umboð Sambandsflokksins í Landsstýrismálanevndini, sum saman við umboð fyri Tjóðveldi avgjørdi at ein kanningarstjóri skuldi setast, ringdi til løgmann tá hann hevði tikið avgerð um at ganga saman við Tjóðveldi. Sjálvur hevur hann sagt at løgmaður segði í samrøðuni at tinglimurin mátti gera eftir sínari egnu sannføring – men at tingmaðurin hevur greitt almenninginum frá hesi samtalu má metast at verða ein umbering fyri ikki at stuðla løgmanni.

Bárður Nielsen hevur fleiri ferðir í miðlum funnist at politiskum málum hjá landsstýrinum, men hevur borið seg undan at bjóða Kaj Leo av til formannsval og trupuleikin her er at fyri tey sambandsfólk sum ynskja ein meira sosialan profil í mun til løgmann, er kanska alt ov lítur munur millum Bárður og Løgmann – tí báðir eru á borgarliga vonginum í Sambandsflokkinum.

Næstformaðurin í Sambandsflokkinum, Johan Dahl, hevur í Degi og Viku funnist at handfaringini og hevur eisini verið kúrrur eins og restin av tingmanning flokksins nú ákærur um lógarbrot hava heglað niður yvir løgmann frá andstøðuni. Tøgnin er sermerkt tí tá undanfarnir løgmenn og flokksformenn hava verið í brennideplinum hava teir altíð átt sínar stuðlar í almenna orðaskiftinum millum tingmanningina – men so er ikki í Sambandsflokkinum.

Shakespeare skrivar um bretska kongin Henry IV: “Uneasy lies the head that wears a crown.” Og tað má av sonnum sigast um sitandi løgmann at tað sær út sum at Løgmaður er einsamallur og spurningurin er um hetta er tí at tað eru fleiri av tingmanningini sum helst høvdu sæð seg sjálvan í formanssessinum.

Í løgtinginum segði løgmaður at hann var sera fegin um at ein løgfrøðingur var settur at kanna málið tí hann var sannførdur um at alt var farið rætt fram. Men meðan løgmaður svaraði spurningum frá andstøðuni var eingin samgongulimir í tingsalinum og allir stólarnir hjá Sambandsflokkinum stóðu gapandi tómir.