Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ung, foreldur og tarmsjúkur

Tíðindaskriv

Colitis-Crohn Føroyar skipar fyri tiltakið í Klaksvík hóskvøldið 16. oktober, kl 19 har eitt foreldrapar fer at fortelja um, hvussu tað var tá dóttir teirra fekk eina tarmsjúku, og eisini fer Margret Rasmussen úr Rúnavík at fortelja um, hvussu tað er at vera barn og ung við einari tarmsjúku.

Tiltakið verður í hølunum hjá KBI í Klaksvík hóskvøldið 16. oktober, kl 19.

Colitis-Crohn Føroyar skipar fyri tiltakið í Klaksvík hóskvøldið 16. oktober, kl 19 har eitt foreldrapar fer at fortelja um, hvussu tað var tá dóttir teirra fekk eina tarmsjúku, og eisini fer Margret Rasmussen úr Rúnavík at fortelja um, hvussu tað er at vera barn og ung við einari tarmsjúku.

Í Føroyum eru tað fleiri enn 700 fólk, sum hava fingið staðfest tarmsjúkurnar Colitis ulcerosa ella Morbus Crohn.

Føroyar eru so óhepnar at hava heimsmet í tarmsjúkum og verða tað staðfest uml 30-40 nýggir tilburðir árliga. Men dúgliga verður granskað í tarmsjúkunum og eru Føroyar partur av altjóða verkætlan umfatandi eini 23 lond í Europa og Asien.

Møguleiki verður eisini fyri spurningum til tey, sum fortelja aftaná, og eru øll áhugaði hjartaliga vælkomin til tiltakið.

Tiltakið væntast at vara uml. 2 tímar.


Nevndin

CCF