Ímeðan Betesda hevur Opið hús leygarkvøld, so bjóðar KFUM & K øllum ungum til Opið hús fríggjakvøld. Og tað eru fleiri ung, sum ganga aftur í báðum støðum.
Opið hús hevur longu nógv ár á baki. Hóast stilurin á tiltakinum hevur verið ymiskur, so eru andakt, prát og drekkamuður føst ting á skránni.
Nú er opið hús hjá kuffunum hvørt fríggjakvøld kl. 22.00. Tað, sum dentur verður lagdur á, er fyrst og fremst Jesus Kristus, sum er frelsari heimsins. Tí er eisini andakt kl. 23.30, men onkutíð hava vit eisini bønarløtur, í bólkum ella bønargongu, sum er kent frá m.a. legum, sigur Finn Johannesen.
Stórur dentur verður lagdur á, at øll mugu hugna sær ta løtuna tey eru har, og hetta verður millum annað gjørt við spølum, sum oftast borðtennis, men onkra hendinga ferð er broyting í spølunum.
Tað heilt góða við hesum Opna húsi er, at onki aldursmark er, og heldur ikki er avmarkað atgongd. Nei, øll kunnu koma, sigur Finn Johannesen at enda.
SMS-tænasta:
Um tú ynskir at fáa SMS við upplýsningum um tey ymisku tiltøkini í KFUM&K, send so eini SMS boð til 585870 og skriva UNG TIL




