Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann

Tíðindaskriv

Ung fyri Miðflokkin hevur havt aðalfund og hevur skipað nýggja nevnd.

 

Nevndin er mannað soleiðis:

·         Martin Nysted Gardar: Formaður

·         Markus Mortensen: Næstformaður

·         Petur Takamasa Asano: Skrivari

·         Aksel Kambsskarð Berg: Kassameistari

·         Steffan Klein Poulsen: Nevndarlimur

 

Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið. Harumframt verður lagt fokus á at halda áfram við arbeiðinum í at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum. Ungmannafelagið hevur ein aktivan leiklut í at menna Miðflokkin, og nýggja nevndin ynskir at verða við at leggja kós og visión fyri Miðflokkin, har málið er at flokkurin skal verða millum teir størstu í framtíðini.

Ung fyri Miðflokkin ynskja Martin tillukku við formanssessin!