Almenna móðurmálstiltakið ung og málið verður á Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegi 14, Tórshavn, leygardagin hin 1. oktober 2016, kl. 13-17.
Kunningarskriv:
Almenna móðurmálstiltakið ung og málið verður á Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegi 14, Tórshavn, leygardagin hin 1. oktober 2016, kl. 13-17.
Á tiltakinum eru filmar frá filmskappingini, framløgur um ung og málið, ung, sum lesa upp egið tilfar, og skipað verður fyri samrøðusalong.
Tónleikur verður við AVE og Hamraduni.
Vinnarin av filmskappingini hjá Málráðnum verður kunngjørdur, og vinningurin er 10.000 krónur. Á tiltakinum fáa áskoðarar høvi at velja filmin, ið fær áskoðaravirðislønina.
Háskúlin skipar fyri kaffisølu.
Komið á Føroya Fólkaháskúla leygardagin hin 1. oktober, kl. 13-17, og njótið ein dag við áhugaverdum innihaldi.
Tiltakið er alment. Møtið fjølment.
Sí eisini skrá niðanfyri:




