Arbeiðsloysisskipanin má endurskoðast
Okkara arbeiðsloysisskipan – ALS – má nútíðargerast, tí verandi lóg um ALS er ikki skikkað sum arbeiðsávísing fyri at hjálpa ungum og nýútbúnum at fáa arbeiði. Skipanin heimilar heldur ikki, at nýútbúgvin ung kunnu fáa arbeiðsloysisstuðul, um onki arbeiði er at fáa.
Verandi farloyvisskipan kann geva arbeiðsleysum arbeiði úr trimum upp í 12 mánaðir í senn. Hetta er tó treytað av, at tann arbeiðsleysi, ið fær ALS-farloyvisstarv, hevur eitt inntøkugrundarlag. Sum lógin er orðað nú, kunnu einans tey, sum hava havt arbeiðsinntøku í rúma tíð, áðrenn tey gjørdust arbeiðsleys, fáa farloyvisstarv frá ALS.
Vit mugu broyta lógina um ALS fyri at tryggja, at eisini ung og nýútbúgvin, sum ikki hava eitt inntøkugrundarlag, kunnu fáa ALS-farloyvisstørv.
Ein onnur neyðug broyting er, at ung og nýútbúgvin eiga at fáa rætt til arbeiðsloysisútgjald frá ALS, um tað ikki eydnast at fáa arbeiði eftir lokna útbúgving. Útgjaldsskeiðið má vera líka langt sum hjá øðrum, ið hava rætt til arbeiðsloysisútgjald.
Tvær flugur við einum slagi
Við einari góðari og liðiligari ALS-farloyvisskipan kunnu vit fáa tvey fyri eitt. Tey ungu og nýútbúnu kunnu fáa hóskiligt arbeiði í 3 til 12 mánaðir í senn fyri vanliga løn. Tey verða sett gjøgnum arbeiðsávísingina hjá ALS, og arbeiðsroyndirnar, tey fáa, elva ofta til varandi arbeiði.
Hinvegin eiga starvsfólk, sum ynskja at sleppa av arbeiðsmarknaðinum eina tíð og sum vilja lata starv sítt til ein arbeiðsleysan í arbeiðsávísingini hjá ALS ímeðan, at kunna fara í farloyvi við útgjaldi frá ALS.
Ein treyt fyri at fáa ALS-farloyvisskipanina at virka sum eitt hent og gott amboð, er sjálvsagt, at sperrumarkið fyri arbeiðsloysi á 6% verður tikið av.
Ein vælvirkandi ALS-farloyvisskipan gagnar soleiðis teimum ungu og nýútbúnu.
Ingrid S. Henriksen, valevni hjá Javnaðarflokkinum




