Tað sigur Paula Joensen, sum Norðýsið hittið í Kósabúðuni tá vit vitjaðu ímorgun. Paula Joensen sigur at Kósabúðin er væl fyrireikað til summarið og ikki minst eru vit klár til tunnilsdagin 14. mars, tá fleiri forvitnislig tilboð vera í handlinum.
Nú summarið stendur fyri, eru litirnir broyttir í handlinum. Um veturin er tað ofta tað myrka og tunga vit velja, men nú summarið stendur fyri durum eru tað teir løttu litirnir og løttu pløggini, sum kvinnan vil hava.
Skal eg siga nakað um litir, so er ta mest lósareytt, ljósablátt og grønt, sum eru litirnir, ið falla í eyguni í handlinum ídag.
Kósabúðin hevur atíð stórt úrval av buksum eisini, svørtum buksum, sokkum, strammarum og øðrum.
Beint nú hava vit eitt stórt úrval í teim nógv eftirspurdu Beaumont jakkunum í løttum litum.
Jú, sigur Paula Joensen, Kósabúðin er klar til avbjóðingar sum Tunnilsdagin, sólarmyrkingina og ikki minst eru vit klár at klæða ungu og tilkomnu kvinnuna til summarið, tað er bara at støkka inn á gólvið.




