Fríggjakvøldið 25. februar klokkan 20 verður Christianskirkjan karmur um eina gudstænastu, sum serliga er ætlað teimum ungu.
Á skránni verður nógvur sangur. Umframt felagssang og lovsangsløtu syngur Anna Lovisa Mýri. Øssur Kjølbro, prestur, hevur eina talu, og eisini verður altargangur.
Eftir gudstænastuna verður pitsa í kirkjukjallaranum. Øll ung eru hjartaliga vælkomin!



