Í kvøld kl. 20.00 verður ungdómsgudstænasta í Christianskirkjuni við Jóannesi Purkhús.
Í kvøld kl. 20.00 verður ungdómsgudstænasta í Christianskirkjuni við Jóannesi Purkhús.
Fryntligi og nýggi presturin, sum heldur til í prestagarðinum í Ónagerði á Viðareiði, fer at prædika.
Umframt prædikuna frá Jóannesi presti, verður nógvur sangur. Eisini býðst møguleiki at fara til altars, tí altarborðið verður dekkað.
Eftir gudstænastuna verður kaffi og kaka at fáa í kjallaranum.
Tað er lagt upp til eina sera hugnaliga og góða gudstænastu. Øll eru vælkomin.




