Størsta fíggjarliga íkastið til føroyskt barna- og ungdómsarbeiði er peningurin frá veddingini, sum smápartafelagið Ítróttavedding býtir út eina ferð um árið. Og hóast upphæddin hesa ferð var tvær milliónir krónur minni enn í fjør, munar hon væl.
Eftir avtaluni, sum er galdandi millum smápartafelagið Ítróttavedding og Dansk Tipstjeneste, fær føroyskt barna- og ungdómsarbeiði ein fittan ágóða av tí, sum veddað og spælt verður fyri í Føroyum, og hesin peningur verður býttur út eina ferð um árið, tá Ítróttavedding hevur aðalfund.
Partaeigarar í Ítróttavedding eru Ítróttasamband Føroya, Føroya Ungdómsráð og Føroya Landsstýri, og millum hesi verður veddingarpeningurin býttur soleiðis, at ÍSF fær 60 prosent og FUR og Mentamálaráðið fáa 20 prosent í part.
Upphæddin, sum er at býta út, skiftir frá ári til ár, alt eftir hvussu ídnir føroyingar eru at vedda og spæla. Í farna ári hevur veddi- og spælihugurin kanska ikki verið tann størsti, tí samlaða upphæddin at býta út hesa ferð var tvær milliónir krónur minni enn í fjør.
Kortini er talan um eina fitta upphædd, ið munar væl, tí á aðalfundinum í Ítróttavedding hóskvøldið vóru 8,2 milliónir krónur býttar út til barna- og ungdómsarbeiði. Hetta er sostatt størsta fíggjarliga íkastið til føroyskt barna- og ungdómsarbeiði.
Á aðalfundinum kundi forsetin í Ítróttasambandi Føroya, Heðin Mortensen, soleiðis taka ímóti einum kekki upp á 4.920.000 krónur, og aðalskrivarin í Føroya Ungdómsráð, Jóanes E. Árting, og deildarstjórin í Mentamálaráðnum, Jóannes Dalsgaard, kundu taka ímóti 1.640.000 krónum í part.
Í nevndini í smápartafelagnum Ítróttavedding sita Tórfinn Højgaard, formaður, Sigmund Poulsen, næstformaður, umframt nevndarlimirnir Heðin Mortensen, Jan Dam Vang, Søren Pram Sørensen, Hans Petur Joensen og Petur Elias Petersen, sum eisini er stjóri.




