Miðnám á Kambsdali vann fríggjadagin Ungt Virki. Tað var eisini ein bólkur av Miðnámi á Kambsdali, ið vann 2. virðisløn, og á 3. plássi kom Tekniski Skúli í Klaksvík. Tilsamans 9 bólkar luttóku, fýra av Kambsdali, fýra úr Havn/Glasi, og ein av Tekniska Skúla í Klaksvík.
Vinnandi bólkurin framleiddi produktið Faroe Sea Beauty, ið framleiðir húðkrem og andlitsmaskur. Tað vóru næmingarnir Bjørt Nielsen, Signa Hansen og Rakul Skaalum, ið áttu hugskotið.
Laksalux, ið gjørdist nummar tvey, vóru næmingarnir Absalon Jacobsen, Martin Klein Joensen, Rúni Petersen, Bárður Kallsberg og Gunnar E. Sivertsen. Laksalux eru frikadellur úr laksi.
Apatité, ið gjørdist nummar trý, vóru næmingarnir Randi Simonsen, John Eli Kristmundsson, Rani E. Í Bø og Sigmundur Mørkøre av Tekniska Skúla í Klaksvík, framleiddu ein dyrkihátt av plantum, ið ger tað møguligt at dyrka planturnar í økjum, sum eru myrk og køld ein stóran part av árinum.
Merkisvert er, at hugskotini spentu so víða; frá kosmetikki yvir gastronomi til agronomi. Somuleiðis er merkisvert, at allir tríggir vinnandi bólkarnir komu av miðnámsskúlunum báðum í landnyrðingsøkinum í Føroyum, Eysturoy og Norðoyggjum. Illa ber til at koma til nakra aðra niðurstøðu enn at hugflogið er serstakliga gott í hesum økinum, ið eisini er økið, har vinnulívið í Føroyum trívist best.
Norðlýsið ynskir øllum trimum bólkunum hjartaliga tillukku við góða úrslitinum.



