KÍ boðar í kvøld frá, at tríggir sáttmálar eru gjørdir afturat.
KÍ boðar í kvøld frá, at tríggir sáttmálar eru gjørdir afturat.
Talan er um 18 ára gamla Jóannes Bjartalíð, 17 ára gamla Jóannes K. Danielsen og 16 ára gamla Jákup B. Andreasen. Hesir spældu allir ein stóran leiklut, tá næstbesta liðið hjá KÍ í seinnu hálvu í fjør var eitt tað besta liðið í 1.deild, og hava verið partur av besta liðnum í ár, har avrikini hava verið so mikið sannførandi, at teir nú vera partur av besta liðnum framyvir.
KÍ boðar frá, at teir hava gjørt sáttmálar, ið eru galdandi fyri komandi tvey árini.




