Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ungir leikarar gjørt sáttmála við KÍ

Jákup Ósá

Ein 20 og ein 17 ára gamal leikari hava í kvøld sett sína undirskrift á sáttmála við besta liðið hjá KÍ.

Ein 20 og ein 17 ára gamal leikari hava í kvøld sett sína undirskrift á sáttmála við besta liðið hjá KÍ.

Talan er um 20 ára gamla Steinbjørn Olsen og 17 ára gamla Aksel B. Danielsen. Teir hava verið partur av Effohópinum alt kappingarárið 2016 og alt kappingarárið higartil í 2017. Aksel fekk sínar fyrstu minuttir í fyrsta umfarinum í fjør, tá KÍ spældi móti TB og sama dyst sat Steinbjørn Olsen millum útskiftarnar. Aksel var í fjør toppskjútti á næstbesta liðnum hjá KÍ og báðir hava teir verið við í fleiri málum hjá KÍ í venjingardystunum í ár antin sum málskjúttar ella við uppleggi.

Sáttmálarnir eru galdandi fyri kappingarárið 2017.

Á myndini síggja vit teir báðar Steinbjørn og Aksel saman við formanninum í KÍ, Tummas Lervig, eftir, at sáttmálin var undirskrivaður á loftinum í KÍ høllini.