19 ungar gentur úr Norðoyggjum sýndu fram list á høgum stigi í Spinnarínum í dag kl. 16 – framsýningin hongur uppi alla Torravikuna.
Til høvið møtti væl av fólki og sungu Ró á Lakjuni Simonsen og Ragnhild Kunoy Sharp frágera væl, meðan Maria á Lakjuni smældi undir.
Framsýningin lat upp í dag kl. 16, har tey ungu vórðu presenterað og Dorit Hansen, sum segði nøkur orð um ætlanirnar við Spinnarínum.
Klaksvík hevur eina ríka lista- og tónleikasøgu og sjálvandi eru tað eisini í dag fleiri ungir norðoyingar, sum hava skapandi gávur.
Áhugafelagið Spinnaríið skipar á Torradøgum fyri framsýning við nøkrum ungum listaspírum úr norðurøkinum.
Framsýningin er ókeypis, og opin aftur mikudagin 21. februar klokkan 15 – 18 og fríggjdagin 23. februar klokkan 18 – 21 í Torravikuni.
Tey, sum vilja stuðla Áhugafelangum Spinnaríið, fáa møguleika fyri tí – og kunnu tekna seg sum lim.














































