Eftir at hava ligið á odda í sjálvandi landskappingini eru KÍ-unglingarnir nú slignir út úr landskappingini eftir 2 hálvfinaludystir ímóti nr. 4, B71, har oddaliðið als ongan fyrimun fekk í 2 hálvfinaludystum.
Týskvøldið vann B71 tann seinna hálvfinaludystin í unglingadeildini 4-0 á KÍ á Sandi.
Ta fyrru hálvfinaluna spældu liðini í Klaksvík fyri nøkrum døgum síðan, og endaði hesin dystur við 4-1 sigri til heimaliðið, ið sostatt varð roknað fyri at hava fingið annað beinið í finaluna.
Men KÍ fekk annað at síggja í returdystinum, tí sum nevnt vunnu sandingar hendan dystin heili 4-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0.
Sostatt gjørdist samlaða úrslitið 5-4 til B71, sum harvið hevur vunnið seg í finaluna.
Um dystin kann í stuttum sigast, at KÍ-liðið var eitt sindur skert, tí liðið var uttan nakran av sínum vanligu málmonnum. Teitur Gestsson er sum kunnugt farin uttanlands at royna evnini, og eykamálmaðurin, Emil Biskopstø, sum hevur vart málið, síðan Teitur fór av landinum, var tíverri eisini upptikin av skúlagongd og fekk tí heldur ikki verið við.
Avleiðingin av hesum gjørdist, at Álvur Christiansen, sum vanliga er ein av berandi útileikarunum á liðnum, mátti í málið at standa. Álvur er ein av allar bestu útileikarunum hjá KÍ og hevur eisini klárað seg væl á Formula-liðnum í ár, so talan var um rættiligan smeit fyri liðið í einum so avgerandi dysti.
Hetta er aðru ferð í ár, at KÍ-unglingarnir eru akkurát ov stuttir til at náa sjálvan tindin, tí fyrr í kappingini vóru teir í steypafinaluni, sum teir tíverri eisini taptu eftir brotssparkskapping.
Her er einki annað at gera enn at iðra seg um mista finaluplássið og at ynskja B71 hjartaliga tillukku og bestu eydnu víðari.
– – –
Tá hetta er sagt so má tó leggjast afturat, at tað er beiskt hjá liðnum, sum lá á odda í sjálvari landskappingini, at verða sligin út úr føroyameistarakappingini eftir tvær hálvfinalur ímóti nr. 4 í somu kapping.
Soleiðis er støðan hjá unglingaliðnum hjá KÍ í ár.
Fyrr hevur skipanin verið tann í unglingadeildini, at liðini bert hava spælt tann eina hálvfinaludystin, og har oddaliðið hevur fingið tann fyrimunin, at tað hevur fingið heimavøll hendan dystin.
Men soleiðis er ikki longur, tí hetta varð broytt í ár, og tað er orsøkin til, at oddaliðið í unglinga-landskappingini, KÍ, nú er sligið út úr kappingini, meðan nr. 4, B71, fer víðari í finaluna.
Ein kann av røttum seta spurnartekin við, um hetta eru rímiligar treytir, tí ein landskapping skuldi av røttum ikki verðið avgjørd á sama hátt sum ein steypakapping, tí rætti føroyameistarin eigur væl til eina og hvørja tíð at vera tað liðið, sum SAMANLAGT hevur klárað seg best ígjøgnum alla landskappingina – ikki sannheit?!?




