Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Unglingar, fyrra hálvfinala: KÍ-B71 4-1 (0-1): Hjá unglingum bragdar

Norðlýsið ÍTROTTUR

Við tveimum málum av Eli Simonsen, harav annað beinleiðis upp á fríspark, einum av Ára Samson og einum av Ivani Joensen vunnu KÍ-unglingar fyrru hálvfinaluna 4-1 á heimavøllin móti B71 týskvøldið.

Nú bólkaspælið hjá unglingum er liðugt, eru KÍ, NSÍ, B71, og B68 komin víðari. KÍ leikti í týskvøldið fyrru semifinalu ímóti B71.
 
Teir, ið leiktu við KÍ vóru:
Emil í málinum,
Poul Jóhan, Ári, Rani og Dánjal í verjuketuni,
Álvur, Ivan, John og Sámal á miðvøllinum,
Eli Simonsen millum miðvøll og álop og
Lindi fremstur í álopinum.

Á beinkinum sótu: Eli A., Dániel og Teitur
Leikbann høvdu: Andrias og Bárður

Á www.blaabylgjan.com skriva tey soleiðis um dystin:

KÍ byrjaði kanska eitt sindur varliga, meðan B71 vóru kanska eitt sindur meira ágrýtnir. Men sum dystinum leið, kom KÍ í gongd.

Tann fyrsta veruliga málmøguleikan fekk Dánjal, sum hevði eitt skot frá 22 metrum, har málmaðurin hevði eina fantastiska bjarging! Eftir tað kom KÍ ordiliga í gongd.

Tá ið 19 min. vóru leiktir, høvdu John og Eli eitt ótrúliga flott bandaspæl, har John var somikið óheppin, at hann brendi ein opnan kjans.

Nakrar minuttir seinni skallaði Eli ein bólt ímóti B71 málinum, sum B71 fekk bjargað á strikuni. Nú var einki at ivast í, hvat lið var betri.

Men so hendi tað, sum ikki mátti henda. B71 spælur ein langan bólt frá verjuni og upp til okkara hálvu, vit eru so óhepnir, at vit fáa ikki bóltin vekk, og av tí sama takkar Meinhardt (B71) fyri, og kemur at standa einsamallur framman fyri KÍ málið, har hann avsluttar ósvikaliga sikkurt, so at Emil als ongan kjans hevur.

Í sama minutti fekk B71 aftur ein málmøguleika, har ein B71’ari kom at standa púra leysur framman fyri KÍ málið, men til alla lukku fór tann bólturin við síðuna av!

Eftir hetta bleiv tað einans leikt uppá eitt mál! Nú var tað KÍ, ið stóð fyri øllum undirhaldinum.

Beint áðrenn hálvleik fekk KÍ hornaspark. Dánjal var settur at skjóta, hann legði bóltin perfekt á høvdið hjá Ára, har hann var so mikið óheppin at raka stólpan!

Sostatt var 1-0 til B71 í hálvleikssteðginum.
 
Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, so hevði tann ungi og evnaríki Ivan eitt fantastisk skot beint fram við málinum! Løtu seinni høvdu menn sum Lindi, John, Eli og Ári rættuliga stórar málmøguleikar, men tíverri kom einki mál burturúr.

Tá ið 18 min. vóru leiktir, fekk KÍ eitt fríspark úti í vinstru síðu, umleið 40 metrar frá málinum. Eli var settur at skjóta, bólturin kemur høgt og skrúvandi inn ímóti B71 málinum, har leypa bæði KÍ’arar og B71’arar upp, men eingin røkkur upp eftir bóltinum, og tí fer hann ósvikaliga sikkurt í B71 málið! 1-1! Eitt rættliga gott mál frá Eli Simonsen!!!

Tá 31 min. vóru leiktir, fekk KÍ eitt hornaspark, sum Dánjal var settur at skjótta. Bólturin kemur høgt og væl inn fyri, og har leypur Ári upp, og skallar bóltin á stólpan og út! So bleiv eitt klumpaspæl, har bólturin aftur endaði á høvdinum hjá Ára, sum ósvikaligt kundi koyra bóltin í málið til 2-1!

Nú gekk spælið einans ímóti B71 málinum! KÍ kundi nú lættliga skora til 3-1, 4-1, og 5-1, men bólturin vildi ikki inn í málið. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, komu tvey mál! Og bæði fingu KÍ’arnir!

Fyrsta var frá einum horna, sum Eli Andreasen skjeyt, og millum vinir og fíggindar leyp Eli Simonsen upp, og skallaði bóltin ósvikaligt í málið til 3-1!

Næsta málið var eitt av teimum flottastu málinum, ið skorað eru við Djúpimýru í langa tíð! Ivan fær bóltin, og er staddur einar 35 metrar frá málinum, hann hyggur upp, og so smekkar hann til, og bólturin situr niðri í vinstra hjørni, uttan at málmaðurin hevur nakran sum helst kjans fyri at bjarga!

Eitt fantastiskt mál!
 
Eftir tað floytaði Jan á Líðarenda dystin av.
 
Útfrá tí góða avrikinum og við eini 4-1 leiðslu frá hesi fyrru hálvfinaluni so skuldi okkara menn havt rættliga góð kort í hondini til retur dystin, sum verður á Sandi.