Jan vann á Olgari – tá unglingarnir hjá KÍ og EB/STR møttust í semifinaludysti í Streymnesi
Í góðveðrinum gjárakvøldið spældu unglingarnir hjá KÍ semifinaludyst í steypakappingini.
At talan var um ein dyst millum ítróttarvinir er ikki ov nógv sagt.
Teir báðir KÍ veteranarnir Olgar Danielsen og Jan Joensen eru venjarar hjá ávíkavist EB/STREYMI og KÍ.
Javnur dystur
– Dysturin var rímiliga javnur, sigur vælnøgdi KÍ venjarin, Jan Joensen.
– Fyrri hálvleikur var ikki so væl spældur, men tað var uppiborið at vit fóru til hálvleiks við 1-0 leiðslu.
– Málið kom tá umleið hálvur tími var leiktur og var tað Álvur Christiansen, sum heddað bóltin í neti eftir eitt innlegg frá Eli Simonsen.
– Í seinra hálvleiki var meira fótbóltsspæl og vit komu til fleiri góðar málmøguleikar.
– Tá 12 minuttir vóru eftir at leika var trunkaspæl í brotsteiginum hjá EB/STR og bólturin endar hjá Sámal Olsen, sum snarar sær á og við vinstrabeini plaserar bóltin í netið til 2-0.
– Nú galt bara um at halda leiðsluna og móti endanum av dystinum hevði, Teitur í málinum hjá okkum, nakrar klassa bjargingar.
Spæla finaluna á Norðoyastevnu
Tað er eitt sindur óheppið fyri KÍ at finalan verður leygardagin á Norðoyastevnu og KÍ venjarin heldur at hetta má broytast.
– Tað hevur altíð verið hildið fast um at KÍ ikki spælir á útivølli á Norðoyastevnu og harafturat spælir Formuladeildin týðandi dyst dagin eftir.
– Tað er soleiðis at unglingar hjá flestu feløgum spæla eisini í Formuladeildini og tí kann tað verða óheppið fyri finaludystin at leikarar ikki sleppa at spæla við, sigur Jan Joensen, venjari hjá KÍ.
Fríggjadagin spæla unglingarnir hjá ÍF og B36 um hitt plássið í finaluni og sum skilst er B36 favorittur til tann dystin.
Hetta er triða árið á rað at KÍ er í steypafinaluni og so er at vóna at "tredje gang er lykkens gang"!
Jan Joensen sigur at stuttligt er at síggja hvussu ungu leikararnir hjá KÍ hava ment seg og serliga teir, sum eisini spæla á Formula liðinum.
Í morgin spæla unglingarnir hjá KÍ á Skála og næsta mikudag spælir KÍ í Klaksvík móti Víkingi.




