Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ungmannafeløg heita á Løgtingið at samtykkja borgarliga vígslu

Tráin P. Nónklett

Í næstum verður lógaruppskot um broyting av hjúnabandslógini borið í løgtingið við tí fyri eyga at javnseta samkynd við hinskynd í borgarligari vígslu. Hetta er eitt mál, sum seinastu tíðina veruliga hevur kritað politiska víðvøllin upp.

Í næstum verður lógaruppskot um broyting av hjúnabandslógini borið í løgtingið við tí fyri eyga at javnseta samkynd við hinskynd í borgarligari vígslu. Hetta er eitt mál, sum seinastu tíðina veruliga hevur kritað politiska víðvøllin upp.

Henda dagføring hevur undir ongum umstøðum til endamáls at gera seg inn á átrúnaðarlig viðurskifti hjá nøkrum. Hon hevur ikki til endamáls at vanhalga nakra átrúnaðarliga sannføring. Tað er heilt einfalt ein spurningur um at viðurkenna og javnseta ein minnilutabólk við restina av Føroya fólki á einum løgfrøðiligum grundarlagi.

Møguleikin fyri borgarligari vígslu fyri tvey av sama kyni er ein náttúrlig menning og styrking av núverandi hjúnabandsskipan. Tað er eftir okkara tykki týdningarmikið, at vit miða eftir, at javnseta allar borgarar. Vit halda, at vit við hesari lógarbroyting veita eina tiltrongda viðurkenning av rættindunum hjá samkyndum eisini at skipa síni familjuviðurskifti eftir egnari sannføring.

Málið er í flest øllum flokkum politikarum frítstillað at atkvøða um – hvørt teir eru fyri ella ímóti. Vit vilja heita á tykkum, kæra løgting, at síggja burtur frá øðrum politiskum ósemjum og atkvøða fyri hesum uppskoti. At atkvøða fyri at geva samkyndum møguleikan at skipa seg í borgarligt hjúnaband eins og øll onnur. Til tykkum løgtingslimir, sum ivast hava vit aftur eina áheitan: latið ivan koma einum undirumboðaðum samfelagsbólki til góðar.

Bjarni Kárason Petersen

Framsøkin Ung

Tráin Petursson Nónklett
Unga Tjóðveldið

Árni Guldborg Nielsen
Ungmannafelagið Samband

Guðrun Durhuus
Sosialistisk Ung

Vinaliga,

Tráin P. Nónklett