Dystarfrásøgn: Skuldi KÍ fáa nakaðburturúr móti besta og royndasta liðnum í Effodeildini, so vargreitt undan dystinum, at avrikið skuldi vera betri enn seinastudystirnar og at eykaleikararnir, sum komu inn fyri profilarnar,skuldu taka ábyrgd og vísa seg fram.
Hjá KÍ var einki mind games undandystinum, tí eins og boðað var frá, so var liðið nógv skert.Meinhardt Joensen, Sørmundur Kalsø, Hørður Askham, DavidLanggaard, Atli Danielsen, Semir Hadzibulic og Páll A. Klettskarðvóru ikki tøkir vegna skaðar ella leikbann. Ahmed Mujdragic ogÍsak Simonsen blivu klárir til dystin, og tað bleiv HjalgrímElttør eisini, sum fekk skaða í seinastu venjingini. KÍ byrjaðií einari 3-4-3 leikskipan, har Jóannes K. Danielsen heldur óvæntaðfekk sín næsta dyst frá byrjan í Effodeildini eins og TórurJustesen byrjaði sín fyrsta dyst hetta kappingarárið. HjáVíkingi hevði Sámal Erik Hentze virðing fyri KÍ, tí hann hevðisett kreativu leikararnar Hans Paula Samuelsen og Filip Djordjevic ábonkin frá byrjan, har Sorin Anghel og Gunnar Vatnhamar heldurmannaðu kantarnar.
Skelkandi byrjan fyri KÍ
Hjá KÍ var talan um skelkandi byrjan.Tí longu í fyrsta álopinum fekk Víkingur hornaspark og uppáinnleggið skallaði Gunnar Vatnhamar bóltin í málið. Víkingurhevði enn einaferð skorað uppá eina deyðbóltsstøðu og lættsá tað út. KÍ liðið hevði tað trupult fyrstu løtuna eftirmálið og spælið minti nógv um ein Summar Festival dyst áðrenn2012, har liðið hevði trupult við at avrika upp til sítt besta.Men sum tíðin gekk, so kom KÍ betri og betri við í dystin ogseinna partin av hálvleikinum setti KÍ seg á spælið. Fleirispentar støður, men í Víkingi hava teir helst følt, at tað gekkvæl at halda KÍ frá stórum møguleikum. Men í 38 minutti fekk KÍhol á eftir gott álop sum endaði við, at Jonas F. Rasmussen sendiinnlegg til Jákup B. Andreasen, sum kundi skora sítt fyrsta málhetta kappingarárið.
Fyrst KÍ so Víkingur
KÍ byrjaði eisini betri uppá seinnahálvleik. Heimaliðið hevði bóltin meir, men stóru málmøguleikarnir komu ikki. Um miðjan seinna hálvleik tók Víkinguryvir og var við yvirlutan restina av dystinum. Onkrar spentar støðurvóru, men tá skjótast skuldi, kom altíð onkur kroppur fyri, soat heilt stóri møguleikin ongantíð kom.
Tórur Justesen og Jóannes K.Danielsen tóku møguleikan
Sum heild var talan um dyst, har bæðiliðini løgdu nógv fyri. Vit sóu nógvar nærdystir og tað vareinki at ivast í, at bæði liðini vildu vaska tapið frá seinastaumfarinum av sær. Skuldi KÍ hava nakað við sær úr hesumdystinum, so var neyðugt at leikarar tóku ábyrgd og at teir, sumvanliga sita eyka, komu inn og vístu seg fram. KÍ liðið var yngrienn vanligt, nú fýra leikarar við U21 aldri spældu frá byrjan.At 19 ára gamli Jóannes K. Danielsen, sum er lítil í vøkstri,skuldi byrja hendan dystin var óvæntað, hóast hann skoraði ogspældi væl móti EB/Streymi. Men hóast talan var um kropsligakrevjandi dyst, so kom Jóannes sera væl frá uppgávuni sum høgrivong bakkur. Var snildur í nærdystunum og ikki bangin. Tá hann komframeftir, tordi hann eisini at vísa seg fram. Á sentralamiðvøllinum sang tað eftir í, tá Tórur Justesen fór ítaklingar. Tað dámdi heimaáskoðarunum væl. Tórur tók ábyrgdog fylti nógv upp móti kanska royndasta miðvøllinum í føroyskarifótbóltssøgu í Hans Jørgen Djurhuus, Fróða Benjaminsen ogSølva Vatnhamar. Á miðvøllinum var Jákup B. Andreasen eisinieyðsýndur og tók fleiri uppgávur á seg, sum Semir Hadzibulicvanliga hevur, tá KÍ hevur bóltin. Sum heild var talan um einjavnan dyst, har liðini skiftust um at hava yvirvág. Burtursæðfrá málunum, so vóru ikki stórvegis av stórum mál møguleikum ídystinum frammanfyri teimum áleið 1700 gjaldandi áskoðarunum, sumeisini settu góðan dám á dystin. M.a. sóu vit, at Víkingaáskoðararnir nú eisini hava fingið sær roykin, sum KÍáskoðararnir hava brúkt í fjør og í ár. KÍ fekk góðanjavnleik, sum steðgaði røðini við tapum, men tað var fyrst ogfremst umstøðurnar við skerdum liði sum gjørdu, at KÍ kundibrúka javnleikin. Tí Víkingur er framvegis 3 stig frammanfyri viðmunandi betri málmuni, og tí liggja teir væl betri fyri at vinnaføroyameistaraheitið. Men KÍ liðið verður helst betri mannaðkomandi dyst, hóast liðskiparin Jonas F. Rasmussen fekk leikbannhesaferð, og so mugu norðoyingar vóna, at síðsti triðingurinfer at hilnast betri enn næsti triðingurin gjørdi. Tí meðanfyrsti triðingur gav 19 stig, so gav næsti triðingur 14 stig.Hinvegin menti Víkingur seg frá 17 stigum í fyrsta triðinginumupp í 19 stig í næsta triðinginum og tað prógvar, at Víkingarhelst framvegis eru besta boðið uppá ein komandi føroyameistara,hóast tað seinni í dag kann fara at vísa seg, at heili fýra liðveruliga spæla við um meistaraheitið.




