Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ungu badmintonleikararnir smassjaðu seg til 10 gull og 16 silvur

Tíðindaskriv

Í gjár vórðu hálvfinalur og finalur spældar í badmintonhøllini í Reykjavík.

Føroysku leikararnir vóru, sum sagt í gjár, við í 51 hálvfinalum. Tá ið hesar vóru lidnar høvdu tey vunnið sær pláss í 19 finalum – fleiri av hesum høvdu føroyskar leikarar báðumegin netið.

Tá ið avtornaði, so høvdu føroysku leikararnir vunnið 10 gull og 16 silvur, sum eru 6 fleiri enn síðsta ár. Og hetta hevur verið gongdin seinastu árini – føroysku badmintonleikararnir gerast hvørt ár sterkari og sterkari og kunnu nú kappast á jøvnum føti við íslendingarnar.

“Vit síggja nú, at okkara miðvísa ungdómsarbeiði við úrvalsvenjingum, sum landsliðsvenjarin hevur staðið fyri, hevur verið rætta avgerðin. Og vit klára betri at halda fast í leikarunum og framhaldandi menna tey og hækka støðið” – sigur formaðurin í Badmintonsambandi Føroyum, Erik Engelbrecht Thomsen.

Fyri fyrstu ferð varð eisini ein føroyskur badmintonleikari heiðraður sum besti leikari. Bartal Poulsen VÍF – fekk virðisløn handaða av forseta Íslands Guðni Th. Jóhannesson til galla-døgurðan, sum varð hildin í Laugardagshøllini sunnukvøldið.

Her er yvirlit yvir, hvussu heiðursmerkini blivu deild:


U13

Einmansleikur – dreingir

Gull – Silas Jacobsen KBF

Silvur – Nóa Eyðsteinsson MBF

Einmansleikur – gentur

Gull – Adhya Nandi HBF

Silvur – Bjarnhild í Buð Justinussen KBF

Einmansleikur – gentur – B-bólkur

Silvur – Erla Johannessen KBF

Tvímansleikur – dreingir

Silvur – Trygvi Weihe/Nóa Eyðsteinsson MBF

Tvímansleikur – gentur

Gull – Adhya Nandi HBF/Bjarnhild í Buð Justinussen KBF

Silvur – Ranja Joensen/Oddbjørg í Buð Justinussen KBF

Blandaður tvímansleikur

Gull – Bjarnhild í Buð Justinussen/Silas Jacobsen KBF


U15

Einmansleikur – dreingir

Gull – Ari Nandi HBF

Silvur – Rúni Øster HBF

Einmansleikur – gentur

Silvur – Lena Maria Joensen KBF

Einmansleikur – dreingir – B-bólkur

Gull – Regin Gleðisheyg ÍF

Silvur – Rasmus Berg Petersen HBF

Einmansleikur – gentur – B-bólkur

Silvur – Ingibjørg Muller KBF

Tvímansleikur – gentur

Gull – Lena Maria Joensen KBF/Miriam í Grótinum HBF

Tvímansleikur – dreingir

Silvur – Tórur Paulason/Kristian Matras Simonsen HBF

Blandaður tvímansleikur

Gull – Ari Nandy/Adhya Nandi HBF

Silvur – Rúni Øster/Miriam í Grótinum HBF


U17

Einmansleikur – dreingir – B-bólkur

Gull – Árant á Mýrini MBF

Silvur – Jónfinnur Hansen HBF

Tvímansleikur – gentur

Gull – Sissal Thomsen HBF/Mona Rasmusdóttir ÍF


U19

Einmansleikur – dreingir

Gull – Bartal Poulsen VÍF

Tvímansleikur – dreingir

Silvur – Bartal Poulsen VÍF/Rani í Bø KBF

Tvímansleikur – gentur

Silvur – Jóhanna Osberg Højsted/Femja Jacobsen KBF

Blandaður tvímansleikur

Gull – Bartal Poulsen VÍF/Emelie Norberg