Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ungu føroyameistararnir í badminton í einmansleiki

Jóhann Lützen

FM í einmansleiki 2022 bleiv fyriskipað í Klaksvík leygardagin 26. mars 2022, har leikarar kappaðust í aldursbólkunum U9, U11, U13, U15 og U17. Viðfest eru myndir av FM vinnarunum í einmansleiki í 2022.

Byrjað bleiv klokkan 9.00, og klokkan 19 bleiv seinasta finalan spæld. Tær flestu finalurnar blivu spældar á flotta badmintonbananum, sum bleiv lagdur á til dagin. Vertsfelagið KBF fekk 5 føroyameistarar, meðan HBF fekk 5 føroyameistarar fyri børn/ung. Tað luttóku 86 leikarar íalt, harav 28 KBF’arar, 53 HBF’arar og 5 ÍF’arar. Kynsbýtið var 28 gentur og 58 dreingir. Heili 150 dystir blivu lektir á 10 banum í badmintonhøllini og KÍ-høllini.

Badmintonsambandið fegnast um nógvar góðar og spennandi dystir millum okkara leikarar, og ynskja vit vinnarunum til lukku við FM heitinum í einmansleiki.

Kontrast FM fyri vaksnu leikararnar verður í ár fyriskipað tann 12-14. mai við stóra finaludegnum í Hoyvíkshøllini leygardagin tann 14. mai 2022.

Endaliga støðan í FM fyri ung í einmansleiki fyri allar aldursbólkar sæst niðanfyri.

U9, dreingir

1
Aron Arge, KBF
2
Ábraham Finsson Ellingsgaard, HBF
3
Oddmar S. Højgaard, ÍF
3
Hørður Erlandsson, HBF

 

U9, gentur

1 Gunnhild Arge, KBF

2 Olivia Jónsdóttir Helmsdal, KBF

3 Tabita Schwartson Christiansen, HBF

 

U11, dreingir

1
Baldur Paulason, HBF
2
Hákun Thorkilshøj, HBF
3
Boas Rasmussen, HBF
3
Betuel Dahl Hansen, KBF

 

U11, gentur

1
Paula Jákupsdóttir Høj, KBF
2
Heidi Jacobsen, KBF
3
Nina Bjørk Egholm, HBF
3
Mirjam Holm, HBF
 

U13, dreingir

1
Beinir Weihe, HBF
2
Símun Thorkildshøj Sigvardsen, HBF
3
Jónas Festurstein, KBF
3
Mannbjørn Eysturtún, HBF

 

U13, gentur

1
Inga Guðrin Samuelsen, HBF
2
Naomi Rajani Færø, HBF
3
Tóra Erlandsdóttir, HBF
3
Sarita Kvilt, HBF

 

U15, dreingir

1
Sjúrður Elias Heinason Eysturoy, HBF
2
Markus Bjarnason, HBF
3
Jafet Rasmussen, HBF
3
Tóki Yngvason Guttesen, HBF

 

U15, gentur

1
Ranja Joensen, KBF
2
Eira Ásbjørnsdóttir Petersen, HBF
3
Birna Jacobsen, HBF
3
Julianna í Heiðunum, HBF

 

U17, dreingir

1
Asbjørn Heide Olsen, HBF
2
Bjarti Samson Vang, HBF
3
Dávid Flagstad Berg, HBF
3
Christian Berg Petersen, HBF
 

U17, gentur

1            Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF

2            Birita Weihe Thomassen, HBF