Hann er kanska heitasta navnið í 1.deild í ár.
17 ára gamli Jóhan Josephsen hevur gjørt nýggjan sáttmál við KÍ fyri 2024 og 2025. Tað boðar KÍ frá í dag.
Álopsleikarin hevur í ár fingið stórt gjøgnumbrot í 1.deild hóast sín unga aldur. Har hevur hann skorað 11 mál, og tað eru bara tveir útlendskir leikarar, ið hava skorað fleiri mál í deildini.
Jóhan hevur í alt ár vant við besta liðnum og hevur spælt tríggjar dystir og tilsamans 22 minuttir. Uppá hesar fáu minuttir hevur hann tvær ferðir verið sera nær við at skora og tey eru mong ið halda, at hann átti at fingið meiri spælitíð á besta liðnum til heimligu dystirnar, nú Páll A. Klettskarð er skaddur.



