Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uni er til reiðar at taka við avbjóðingini – eisini sum borgarstjóri

Helgi Abrahamsen

”Eg havi hildið at tað er spennandi at royna, hvussu tað er at vera blindur politikari. Eg haldi at tað skuldi verið ein sjálvfylgja, at tað riggar, og eru nakrar forðingar, so eigur at bera til at fáa tær av vegnum.”

”Eg havi altíð havt áhuga fyri politikki, men hetta er fyrstu ferð at eg stilli upp.” Tað sigur 48 ára gamli vøddamýkjarin, Uni Rasmussen, úr Norðragøtu, sum stillar upp til kommunuvalið í Eysturkommunu.

Uni misti sjónina í eini ferðsluvanlukku í mars 1990, tá hann var 21 ára gamal.

”Eg havi hildið at tað er spennandi at royna, hvussu tað er at vera blindur politikari. Eg haldi at tað skuldi verið ein sjálvfylgja, at tað riggar, og eru nakrar forðingar, so eigur at bera til at fáa tær av vegnum,” sigur Uni.

”Eg havi ikki hugsað um nakrar ávísar forðingar. Eg vil bara royna tað av, fyri at vita um nakrar forðingar eru, og so mugu tær fáast av vegnum, um tær eru har,” sigur hann.

Dugir at síggja fyri sær

At lesa tekst, sær Uni ikki sum nakran trupulleika, tí tað klárar teldan at lesa upp fyri honum, men onkuntíð skulu býráðslimir eisini hyggja eftir tekningum, men heldur ikki tað sær hann sum nakran trupulleika.

”Í tí førinum má onkur greiða mær frá tekningini. Sjálvur haldi eg, at eg dugi nokkso væl at síggja tað fyri mær, tá eg fái eina frágreiðing,” sigur hann.

Tveir beiggjar á sama lista

Uni er beiggi Joen Magnus Rasmussen, fyrrverandi løgtings- og býráðslim, sum eisini stillar upp á sama lista. Spurdur um tað ikki kann vera ein forðing fyri teir báðar, at báðir stilla upp, sigur Uni, at tað heldur hann ikki.

”Tað vísir seg at vera torført at flyta atkvøður yvirum fjall. Tí halda vit at tað er í lagi, at annar stillar upp í Leirvík og hin í Gøtu. Vit hava tosað saman um tað frammanundan,” sigur hann.

Uni heldur, at samanleggingin av Gøtu- og Leirvíkar kommunu hevur eydnast væl, men hann heldur tó, at tað er keðiligt, at tá fólk fara á val, so eru atkvøðurnar rættiliga býtta ímillum bygdirnar.

”Eg haldi tó ikki, at sjálvt kommunustýrið arbeiðir so nógv eftir, hvørjumegin fjallið teir einstøku býráðslimirnir búgva,” sigur hann.

Ongar ætlanir um landspolitikk

Hetta er fyrstu ferð at Uni roynir seg sum valevni, og spurdur um hann møguliga eisini fer at royna seg á einum løgtingsvali, sigur hann, at tað hevur hann als ikki hugsað um.

”Eg taki avbjóðingina, og ta ábyrgd sum veljararnir vilja geva mær. – Um tað so verður allan vegin til borgarstjórasessin, so taki eg av tí,” sigur Uni.

Og vónirnar eru góðar.

”Eg veit ikki hvussu nógv skal leggjast í tað, sum fólk siga, men út frá tí sum tey siga, so sær tað ikki so galið út,” sigur hann.

Umframt at arbeiða sum vøddamýkjari er Uni Rasmussen eisini stjóri á Hotel Runavík.