Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

United er aftur á sporinum

Danial Viðoy

Premier League: Tað er líkt til at Manchester United er komið á sporið aftur, eftir eina sera trilvandi byrjan upp á kappingina. Í dag megnaði Manchester at vinna heili 4-0 á heimavølli ímóti Queen Park Rangers.

Premier League: Tað er líkt til at Manchester United er komið á sporið aftur, eftir eina sera trilvandi byrjan upp á kappingina. Í dag megnaði Manchester at vinna heili 4-0 á heimavølli ímóti Queen Park Rangers.

Tað var sum at síggja United í gomlum døgum í dag; men við nýggjum andlitum. Ferð og kreativitetur í spælinum, sum annars ikki hevur verið at sæð í ár. Manchester United avgjørdi í roynd og veru í fyrra hálvleiki, tá ið teir fingu trý sera góð mál.

United legði væl út og trýsti beinanvegin Queens Park Rangers í botn. QPR hevði einki tað fyrsta korterið. – Tað einasta var, var ein gáva, sum De Gea ætlaði at geva QPR, men Evans bjargaði royndini. De Gea kom út um 16-meturin og órógvaði verjuleikaran, sum hevði stýr á støðuni. Endin var at QPR-leikari fekk bóltin og kundi seta bóltin í eitt tómt mál, men Evans fekk akkurát vart fyri.

Hetta var besti hálvleikur hjá United í ár. Sum í gomlum døgum, tora vit at siga. Í 24’minutti skorar Angel Di Maria við beinleiðis frísparki úr høgru. Bólturin sneið seg í millum vinir og fíggindar og í málið í vinstru síðu.

Ein annar nýggjur leikari, Ander Herrera, økti í 36’minutti við einum góðum skoti dygst uttan fyri 16-meturin.

Og ein minutt fyri hálvleik avgjørdi Wayne Rooney við skotið, eftir gott samanspæl við Angel Di Maria.

Í seinna hálvleiki helt gongdin fram. – Tað er longu líkt til at Angel Di Maria er eitt ’kupp’ hjá United. Eins og í Madrid blívur hann við at leggja upp til mál. Hetta hendi í 57’minutti. Hann fekk gott pláss eitt sindur inni í vinstru síðu. Og við vinstra beini leggur hann ein harðan bólt eftir jørð til Mata, sum temur bóltin og hamrar bóltin upp undir nettakið til endalgu støðuna 4-0.

United-viðhaldsfólk mugu vera nøgd við dagin í dag og nú gleða áskoðarar seg aftur at síggja Manchester United. Teir farnu dystirnir hava verið sera rótutur við hvørki miði ella máli. Men nú er líkt til, at uppskriftin upp á góð úrslit er funnin.

Umframt alt hetta, kom nýggjasta keypið, Radamel Falcao, inn í dag. Hetta elvdi til lógvabrestir og gleim á Old Trafford. Og trý onnur keyp, Rojo, Blind og Herrera, spældu ein sera góðan dyst ávikavist inni á miðvøllinum og á vinstra bakki.

Úrslit frá 4. umfari í Premier League:

Arsenal – Manchester City 2-2

Chelsea – Swansea 4-2

Crystal Palace – Burnley 0-0

Southampton – Newcastle 4-0

Stoke – Leicester 0-1

Sunderland – Tottenham 2-2

West Bromwich – Everton 0-2

Liverpool – Aston Villa 0-1

Manchester United – QPR 4-0