Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Unn A. Krákustein: – Vit treingja til annað enn pylsuball

Danial Viðoy

Keypmannahavn: Unn Augustudóttir Krákustein flutti fram flaggdagsrøðu á Regensen. Hon segði millum annað, at Føroyar ofta er eitt land uttan kvinnur. Tær skulu virðast enn meira enn tær verða nú. Nú er nokk við pylsuballinum, ið valdar í Føroyum. Les røðuna her.

Keypmannahavn: Unn Augustudóttir Krákustein flutti fram flaggdagsrøðu á Regensen. Hon segði millum annað, at Føroyar ofta er eitt land uttan kvinnur. Tær skulu virðast enn meira enn tær verða nú. Nú er nokk við pylsuballinum, ið valdar í Føroyum.

Niðanfyri er flaggdagsrøðan hjá Unn Augustudóttir Krákustein í heilum líki. Ger so væl:

”Góðu áhoyrarar. Gott fundarfólk.

Søgan um Merkið er søgan um dreymar, dirvi, frælsi, kærleika, rættindi og ikki minst viðurkenning.

Dirvi at seta dreymar í verk.

Kærleiki til Føroya land. Til Føroya fólk.

Frælsi at verða tey, vit eru. Frælsi at skipa egin áhugamál. Frælsi sjálvi at fortelja sína søgu.

Rættindi at verða tey, vit eru. Rættindi at umsita egin áhugamál. Rættindi at kenna egna søgu.

Viðurkenning fyri tað vit eru. Viðurkenning av egnum áhugmálum. Viðurkenning av egnari søgu.

Merkið er ein varði í stríðnum um sjálvsavgerðarrætt føroyinga.

Í Føroyum býr í dag eitt fólk, sum í stóran mun skipar seg sjálvt og umsitir egin áhugamál.

Men hvussu er við hesum áhugamálum. Duga vit nógv væl at umsita tey?

Vit tosa upp í saman um búskaparvøkstur. Búskaparvøksur sum er nátturutilfeingið umsett til pening og bankaboblur.

Búskaparvøkstur og framgongd er ikki tað sama.

Hugsjónin um áhaldandi búskaparvøkstur er útholað. Hetta sæðst týðiliga í býtinum av heimsins náttúrutilfeingið – av okkara náttúrutilfeingi. Minkingin av heimsins náttúrutilfeingið er eyðsýnd. Spíðskamarið er um at verða tómt. Er tað ikki uppá tíðina at seta okkum annað mál enn búskaparvøkstur. Hvat við betri búskapi. Betri samfelag. Betri lív. Framgongd sum ikki byggir á flatskermar og bilar.

LES EISINI: FLAGGDAGSHALDIÐ Í KEYPMANNAHAVN EYDNAÐIST VÆL

Náttúrutilfeingi.

Í Føroyum umseta vit nátturutilfeingi, serliga fisk, um til pening. Tilfeingið í havinum er stór ogn. Og hesi virði kunnu umsetast til nógvan pening. Nógv bendir á, at vit hava trupult at skipa okkara berandi vinnu á ein burðardyggan hátt, sum framhaldandi tryggjar grundarlagið og inntøkuna. Dálkað hav uttan fiskistovnar. Hvar eru vot tá? Fiskurin leggur so einki í okkum.

Søgan um havið og Føroyar kann setast í samband við fábilin hjá Esopi um gásina og gulleggið.

Ein maður var so heppin at eiga eina gás, sum hvønn dag legði honum eitt gullegg. Men hann var ikki nøgdur við seinføru inntøkuna og við tí í huga at fáa fatur á øllum ríkidøminum í senn, drap hann gásina. Tá ið hann skar hana upp, fann hann einki gull. Og gásin var deyð.

Vit liva av, at okkara umhvørvi er sunt og burðardygt. Latum okkum tryggja, at tað finst lønsamt tilfeingið á havinum í framtíðini. Soleiðis tryggja vit okkum pengar í Føroyum.

Pengar.

Í stóran eiga vit rættin at skipa okkara pengar. Okkara bankaskipan (eins og aðrastaðni) skapar ótryggar karmar fyri samfelagsmenning. Vanlig menniskju við vanligum lánum og inntøkum og samfelagið annars leggja í verandi støðu rygg til, at pengaskapanin og spælið um pengar kann blæsa seg upp og bresta ferð eftir ferð. Tað er torført at fremja langtíðarætlanir, tá ið nakað so grundleggjandi sum pengaskapan í samfelagnum er í hondunum á privatum bankum, har pengar verða skaptur, sum vindur blæsur.

Vit hava nógvar avbjóðingar og møguleikar í Føroyum.

Nú norðpólurin smeltar, hava Føroyar brádliga aðrar fortreytir at virka undir. Nýggir inntøkumøguleikar. Hetta er sjónligt við ætlanunum um at byggja nýggjar stórhavnir og nýggjar flogvallir á okkara nátturuplássum eystanfyri.

Einar burðardyggar Føroyar tryggja framhaldandi tilveru í Føroyum. Tí Føroyar eru meir enn tilfeingið og pengar.

Menniskju

Menniskju í Føroyum. Duga vit at ansa eftir okkum sjálvum? Duga vit at tryggja, at vit menniskju í Føroyum hava eitt sunt kenslulív og føla tær kenslur, vit ynskja?

Stríðið um viðurkenning av Merkinum kann speglast í stríðnum um viðurkenning av ymiskum menniskjum við ymiskum áhugamálum.

Kærleiki. Vit menniskju – vit elska tann, vit elska. Tað kann eingin taka frá okkum. Men í Føroyum eiga øll ikki rættin at giftast menniskjanum, tey nú einaferð elska. Stríðið um borgarlig rættindi, er stríðið um viðurkenning – eins og stríðið um Merkið.

Stríði um viðurkenning av okkara sjálvsavgerðarrætti sum fólk kann speglast í stríðnum um viðurkenning av ymiskum menniskjum við ymiskum áhugamálum.

Føroyar er ofta eitt land uttan kvinnur. Kvinnur. Sum kvinnur vit hava egnu okkara áhugamál og virðir, sum stundum ikki er tey somu sum mótsetta kynið. Føroyar er ofta eitt land uttan kvinnur. Vit treingja til annað enn pylsuball. Vit mugu tryggjað okkum at verða hoyrdar og virdar. Kvinnur stríðast fyri viðurkenning.

Sum menniskju stríðast kvinnur fyri sjálvsavgerðarrætti. Sjálvsavgerðarrætturin er eisini rætturin til egnan kropp. Rætturin til at velja børn frá, er rætturin at velja børn til. Avgerðin liggur hjá tí, sum eigur kroppin. Viðurkenning. Kvinnur eru vaksin menniskju, sum duga at umsita síni egnu áhugmál – eins og tjóðin, Føroyar.

Føroyar

Eg eri í ferð við at pakka mítt kuffert – og alt skal við í mítt kuffert, sum Teitur syngur. Eg vendi nøsini heim til oyggjarnar og fólkið, sum hevur barst fyri viðurkenning í øldir. Eg viðurkenni, at eg fari heim til eitt land, har viðurkenning ikki er ein sjálvfylgja. Men alt skal við í mítt kuffert. Sjálvandi. Og eg geri eins og Føroya fólk, eg krevji viðurkenning fyri tí, sum eg eri.

Vit menniskju liva har, fortreytirnar og karmarnir fyri, at vit kunnu røkka okkara dreymum, eru til staðar -hvar enn í heiminum tað so er. Eg flyti ikki heim til ”projekt” Føroyar. Eg flyti til Føroyar, tí har kann eg fylgja mínum dreymum. Har finni eg løtur, sum gera, at eg kann føla tær kenslurnar, eg vil føla.

Eg havi ongantíð verið serliga heit fyri tjóðarromatikki. Men einki er sum føroyskur matur. Og onganstaðni smakkar ein øl so væl sum á Bryggjubakka í sól. Einki er sum at skoða yvir fjallatindar og hav eftir ein longri fjallatúr. Einki vatn smakkar so væl sum tað føroyska. Eingin luft so frísk. Og tað kennist so væl at vera um síni kæru.

Vit minnast søgu okkara um frælsi og heiðra Merkið – ímynd av dreymum, dirvi, frælsi, kærleika, rættindum og ikki minst viðurkenning.

Góðu áhoyrarar og gott fundarfólk. Framhaldandi góðan flaggdag.”